Mótmælisgongan hjá nólsoyingum fríggjadagin 11. mai

politikkur10-05-2018 - 11:40 - Jóanis Nielsen

Bjarni Djurholm skrivar á Facebook:

Í stuttum er málsgongdin henda:

Longu á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 var Nólsoyarferjan á íløgukarminum - aftaná at havnalagið var útbygt í Nólsoy, men aftaná valið 2008 varð ferjan strikað av CHE-samgonguni.
Fíggjarkreppan kom og seglini vórðu repað. ABC-samgongan avráddi tí at dagføra Ternuna til siglingina um fjørðin.
Borgarliga samgongan frá 2011 til 2015 setti sær so fyri at byggja nýggja ferju, og við støði í ferjutekningunum frá 2007 bleiv nýggja ferjan skitsuprojekterað.
Í 2013 bleiv verklagslógin samtykt í Løgtinginum.
Aftaná fyrireikingar og endaliga projektering bleiv ferjan boðin út í 2015, men aftur hesaferð datt hon niðurfyri, tá verandi samgonga tók við 14. september 2015.
Henrik Old og henda samgongan boðaði um ársskiftið 2015/2016 frá, at eingin ferja bleiv bygd, heldur einki avloysaraskip skuldi fáast til vega.
Tí er støðan nú so út av lagi - til stóran ampa fyri leiðina um fjørðin og vantandi virðing fyri nólsoyingum í síni heild.
Var Nólsoyarferjan bygd, so vóru eingir av verandi ótolandi trupulleikum aktuellir hjá nólsoyingum. Somuleiðis á øðrum útoyggjafarleiðum hjá SSL.
Spurningur er eisini, hví Útoyggjafelagið ikki mótmælti, at verandi samgonga slepti verkætlanini at byggja Nólsoyarferjuna? Er politiska skeggið ov nær høkuni har?