Tveir venjingardystir vera á skránni, tá A-landsliðið víð monnum í mars mánaða komandi ár fer á venjingarlegu í suðurspania. Mótstøðuliðini vera Lettland og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen.

Móti Lettlandi og Liktinstein í mars

ítróttur19-12-2017 - 17:04 - Jóanis Nielsen

Í døgunum 18. til 26. mars fer A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í Marbella í Spania. Á venjingarleguna fer føroyska liðið at spæla tveir venjingardystir móti Lettlandi og Liktinstein.

Sum fyrireiking til Nations League dystirnar, sum verða spældir í september, oktober og november komandi ár, fer føroyska A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í Marbella í suðurspania frá 18. til 26. mars.

Umframt venjingar, verða eisini tveir venjingardystir á skránni. Hósdagin 22. mars spæla Føroyar og Lettland, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 25. mars, spælir føroyska liðið móti Liktinstein.

Í HM-undankappingini, sum endaði í heyst, vóru Føroyar og Lettland í sama bólki. Dysturin í Lettlandi endaði við 2-0 sigri til Føroyar, meðan úrslitið á Tórsvølli gjørdist málleysur javnleikur.

Fyri skjótt tveimum árum síðani møttust Føroyar og Liktinstein í venjingardysti í Marbella, og tá vunnu Føroyar 3-2.