Morgunmatur og upphiting

ítróttur09-02-2018 - 19:56 - Jóanis Albert Nielsen
Spennandi hálvfinala verður leygardagin kl. 15:00 í KÍ-høllini í Klaksvík, har Dráttur og Mjølnir leika um annað plássið í steypafinaluni.

Byrjað verður við morgunmati og upphiting í Bygdaskúlanum í Miðvági frá kl. 11:00 til 13:00.

Dráttur kvinnurnar spæla í nýggjum blusum í morgin. Vit takka sponsorum okkara: Thorfinn Nielsen, Hiddenfjord, Hdygd, Sandavágs Timburhandil, Bónus, Magn, EUR Express, Sókn og Sport 24.

Vit vóna at síggja nógv Dráttur viðhaldsfólk í KÍ-høllini í morgin. Tey sum hava høvi til tess, verða biðin um at møta í Drátturklæðum.

Flogbóltsfelagið Dráttur