MØ: Kanska eg leypi á sjógv

Mentan14-07-2017 - 00:25 - Jóanis Albert Nielsen

G!: MØ gleðir seg at spæla á Gøtusandi í nátt, og um tað verður heilt vilt, ætlar hon sær møguliga at leypa á sjógv.

- Eg gleði meg ótrúliga nógv at sleppa at spæla so tætt við sjógvin. Eg havi ongantíð spælt so tætt við vatn fyrr, sigur MØ á tíðindafundi í Valhøll í kvøld.

- Um tað verður heilt vilt, so leypi eg kanska á sjógv, leggur hon afturat.

MØ gleðir seg at spæla á Gøtusandi klokkan 00.30 í nátt, og vit gleða okkum at fylgja við, um hon endar úti í sjónum