Misvísandi tíðindaflutningur

Politikkur02-11-2017 - 08:29 - Jóanis Albert Nielsen

Jacob Vestergaard:

Uppskotið um nýggja fiskivinnulóggávu, sum er í Løgtinginum, og uppskotið um veiðigjald, sum nú er komið undan kavi, fara at steðga allari menning og nýhugsan í fiskivinnuni.

Dastið av einari hálvari milliard skal takast frá fiskivinnuni og flytast í almennar kassar.

Okkurt ørvitishøvd hevur billað danska tjóðbankanum inn, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard.

Hetta er so burtur úr vón og viti, at tað átti ikki at verið endurgivið nakrastaðni.

Tann sum ger sær ómakin at hyggja í rokniskapin hjá feløgunum, sær tey veruligu tølini. Poul Huus Sólstein lýsti hetta so væl í grein í Norðlýsinum á Mikkjalsmessu í ár.

Hóast tosið um “milliardina” onki hevur við veruleikan at gera, verður “milliardin” tikin í fullum álvara og sum ævigi sannleikin.

Soleiðis var í útvarpinum í kvøld. Niðurstøðan var greið. Yvirnormali vinningurin ella tilfeingisrentan var ein “milliard”.

Tíðindini vóru so misvísandi, at í staðin fyri at staðfesta, at við uppskotunum varð grundarlagið tikið undan fiskivinnuni, fekk útvarpskvinnan tað til, at fiskivinnan, reiðarí og manningar fingu ein “munandi avsláttur”.

Tíðindaflutningurin í KVF hevur mangan verið misvísandi, hvat fiskivinnuni viðvíkur, men tað hevur sjálvdan verið so galið sum í kvøld. Endamálið tykist at verða at hjálpa Høgna Hoydal at fáa undirtøku fyri høpisleysa fiskivinnupolitikkinum.

Vónandi eydnast tað ikki. Tað letur til, at fleiri hava fingið eyguni upp fyri, at nýskipanin hjá Høgna fer at gera enda á føroysku fiskivinnuni.