Misálitið á Rigmor Dam fall

politikkur20-12-2018 - 03:11 - Jóanis Nielsen

Kl. var 3.11 í nátt, tá ið atkvøðugreiðslan um misálit á Rigmor Dam var avgreitt - tað fall við tað at 15 atkvøður vóru fyri, 15 atkvøður vóru ímóti og 3. atkvøður vóru blankar.Tað skuldu 17 atkvøður til, fyri at uppskotið skuldi verða samtykt.

Tær blonku atkvøðurnar áttu: Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss.

Síðani helt tingfundurin fram, tá skuldi Hoyvíkssáttmálin viðgerast t.v.s. um sáttmálin skuldi sigast upp ella ikki.