Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Misálit á Rigmor Dam

Politikkur19-12-2018 - 19:34 - Jóanis Albert Nielsen

Løgtingsmál nr. 91/2018: Misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann 

Uppskot um misálitisváttan 

Vísandi til § 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til § 47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann. 

Viðmerkingar 

Glasir, ið er dýrasta byggiverkætlan í landinum, har útreiðslurnar tátta í 700 mió. kr, lýkur ikki trygdarkrøv. Næmingar og starvsfólk kenna seg ótrygg, sjálvt um skúlin varð tikin í nýtslu í august mánaði. 

Hvørki tíðar- ella kostnaðarætlanir hava hildið. Hóast boðað varð frá álvarsligum trupulleikum við byggingini, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum ikki latið við seg koma. 

Undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 mió. kr. eru brúktar í heimildarloysi, umframt at tær 7 mió. kr., ið Løgtingið játtaði til flagtekju, eru nýttar til onnur endamál. 

Landsgrannskoðarin hevur, í notati frá januar í 2017 til Løgtingsgrannskoðararnar um játtanar- og útreiðslugongdina í samband við verkætlanina at byggja Glasir, staðfest, at: 

“Játtanin til Skúladepilin er latin undir § 7 “Mentamál”. Mentamálaráðið hevur latið Landsverki ræðisrættin til játtanina, men ábyrgdin fyri, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyri peningin, sum rindað er fyri, liggur hjá Mentamálaráðnum.” 

Síðani málið um óheimilaðu meirnýtsluna kom fram alment, hevur landsstýrismaðurin ferð aftan á ferð sagt ábyrgdina frá sær, hóast hon gekk á odda, tá skúlin varð tikin í nýtslu í summar. 

Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrismonnunum sambært § 33, stk. 2 í Stýriskipanarlógini, vil kortini ikki staðfesta ábyrgdina av meirnýtsluni. Hann letur bara standa til. Pengar eru brúktir í heimildarloysi. Hetta er ólógligt. Løgmaður eigur at røkja sína eftirlitsskyldu, men tað ger hann ikki. Løgmaður hevur í miðlunum víst til Landsverk, ið hevur givið arkitektunum skyldina. Í dag er stjórin í Landsverki loystur úr starvi, fyri at løgmaður skal sleppa undan at taka politiska ábyrgd. Hetta er at rætta bakara fyri smið, sum løgmaður so væl segði í fjølmiðlunum. 

Andstøðan ynskir at fáa byggingina avgreidda skjótast gjørligt, men hevur ikki álit á, at pengarnir, sum verða játtaðir, fara til endamálið, so leingi sum einki landsstýrisfólk hevur ábyrgd av byggingini. 

Vit mugu sleppa undan stillstøðuni. Av tí at løgmaður ikki røkir sína eftirlitsskyldu, kennir andstøðan seg noydda at leggja misálit fram, so Løgtingið kann staðfesta ábyrgdina og játta neyðugu pengarnar. 

Á Løgtingi, 19. desember 2018 

Jørgen Niclasen 

Bárður á Steig Nielsen 

Jenis av Rana 

Jógvan Skorheim