Minningarorð um Oddfríð Gregersen

mentan12-08-2020 - 13:33 - Jóanis Nielsen

8. august 2020 andaðist Oddfríður Gregersen, 92 ára gamal. Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag minnast Oddfríð við takksemi.´

Nógv avrik eru eftir Oddfríð Gregersen. Hann var skipari og seinni reiðari og stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu og var harumframt við til at leggja lunnar undir alivirksemið hjá Luna. Tað er tó í sambandi við hansara stóra leiklut sum nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, at vit ynskja at minnast hann.

Oddfríður var valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 1968. Tey fyrstu 16 árini var hann næstformaður í felagnum, og í 1984 tók hann við sum formaður. Oddfríður røkti formanssessin til hann legði frá sær í 1993. Í samfull 25 ár var Oddfríður sostatt nevndarlimur í felagnum, har hann umboðaði áhugamálini hjá føroyskum fyritøkum og arbeiðsgevarum.

Oddfríður var ein maður, sum setti síni spor, har hann var. Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag var hann sjónligur, og hvør minnist ikki Oddfríð frá teimum mongu sáttmálasamráðingunum, sum hann stóð fyri vegna felagið. Tíðarskeiðið, tá Oddfríður var formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, var eisini eitt tíðarskeið, sum til tíðir kravdi nógv orsakað av teimum mongu ósemjunum, sum tá vóru á arbeiðsmarknaðinum.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil nýta høvi at takka Oddfríði Gregersen fyri hansara stóra íkast til felagsarbeiðið í Arbeiðsgevarafelagnum, hetta er eingin sjálvfylgja!

Takk fyri.