Nýggjastu


Minningarorð um Christinu Joensen

11-07-2018 - 13:57 - Jóanis Albert Nielsen

Sunnudagin 11. mars 2018 fingu vit tey tristu boð, at Christina ikki var millum okkum longur. Boðini kendust skakandi og komu óvæntað. Henda fríska og livandi kvinnan hevði latið eyguni aftur fyri seinastu ferð. Kvøldið fyri hevði hon verið í brúdleypi, í góðum veitslulag. Ikki vardi tað nakran, at hetta skuldi vera seinastu ferð, tey sóu hana.

Christina Ólafsdóttir Joensen var dóttir Christinu og Ólavur Frederiksen í Norðdepli. Sama dag hon varð fødd, 5. mai 1951, doyði mamman í barsilssong. Christina var yngst av fimm systkjum, Sonja, Jákup, Petur Martin og Randall. Átta dagar gomul kom hon at búgva hjá mostur síni Annu og manni hennara Palla Hansen í Norðdepli, og har fekk Christina eina nýggja systir í Mary.

Í 1973 giftist Christina við Poul Johan Joensen, tey fingu synirnar Kristian og Karstin. Til jarðarferðina hoyrdu vit frásagnir frá synum hennara, um hvussu kærleiksfull, lívsglað og hjálpsom hon altíð var. Hon var gávumild og dugdi væl at skapa gott huglag har hon kom. Var ikki bangin fyri at ofra seg, fyri at onnur skuldu hava tað gott, fevndi øllum. Ikki minst sínum barnabørnum, sum eru seks í tali.

Júst soleiðis kendi eg Christinu, sum eg kom at kenna, tá ið eg fystu ferð stillaði upp til býráðið í Klaksvík. Hon var so frísk, snakkaði hart, dámdi væl at flenna og at syngja. Sum nýggj í politikki, var tað so gott at kenna hitan og hennara hjartalag.

Í stívliga 30 ár, hevur Christina átt lívið í ”Fólkaflokskaffistovuni”, ið hevur verið skipað fyri til hvørt val, bæði býráðs- og løgtingsval. Hon var tann stóri ”primusmotor”, sum saman við øðrum, gjørdi tað so hugnaligt. Nógv ymisk høli hava verðið brúkt øll árini, men ongantíð nakar trupulleiki at fáa tað hugnaligt inni. Hon pyntaði hølini, skipaði fyri mati, kaffi og køkum og fekk onkran at syngja, ella skipa fyri sangi, hvørt kvøld kaffistovan var opin. Til valið í 2011 vóru 25 ár liðin, síðani hon byrjaði at vera við í hesum tiltaki. Í hesum sambandi handaði Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, sum fyri kortum eisini so bráddliga fór frá okkum, Christinu eina gávu fyri hennara úthaldandi arbeiði.

Beint fyri summarfrítíðina í fjør hittust vit og prátaðu. Sum vera mann kom prátið inn á politisku støðuna í landinum og nær næsta val mundi fara at vera. Hon spurdi meg, hvar eg ætlaði mær í summarfrí. Eg svaraði, at eg ikki ætlaði mær so langt, men væntaði, at eg fór ein túr til Danmarkar. So sigur hon: ”Kanst tú ikki keypa mær okkurt grønt heimviðaftur”. Soleiðis var hon, so beint fram og frísk. At keypa nakað grønt, meinti hon við litin hjá flokkinum, ið altíð var gjøgnumgangandi bæði í klæðum og at hugna um í kaffistovuni undan hvørjum vali.

At Christina var væl dámd og elskað av nógvum, sóu vit til jarðarferðina har fleiri hundrað fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Poul Færø endaði talu sína til jarðarferðina við 1. Jóhs. br. 3, 2 ”Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er”. Har er Christina nú.

Góða Christina, takk fyri tað tú vart fyri okkum øll, tú ert og verður framhaldandi sárt saknað av so mongum.

Ynski at Harrin styrkir tykkum í sorgini, Poul Jóhan, Kristian og Karstin við familjum, og gevur tykkum megi at liva við sakninum eftir konu, móðir, vermóðir og ommu, sum fylti so nógv í dagligdegnum, hennara pláss, ið nú er tómt.

Friður veri við minninum um Christinu Ólafsdóttir Joensen.

Gunvá við Keldu