Tjóðpallur Føroya / Ólavur Frederiksen

Mín fantastiska skilsmissa á Tjóðpallinum

Mentan28-06-2018 - 21:48 - Jóanis Albert Nielsen
Skemtileikurin ‘Mín fantastiskta skilsmissa’ hjá Tjóðpalli Føroya kemur nú til Havnar eftir eina væl eydnaða leikferð í Vestmanna, á Strondum, Rituvík og í Sørvági.

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dóttirin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsinum. Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum áskoðararnir hegnisliga verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.

Hesin skemtiligi, undirhaldandi og tankavekjandi leikurin hevur fingið sera góða móttøku av áskoðarunum:

★★★★★★
"Humor á høgum støði"

★★★★★
"Ein framúr væl spældur leikur, ið vísti báðar síður av hjúnarskilnaði, bæðið til gaman og álvara"

★★★★★
"Gaman og álvara - heilt fantastiskt spælt"

★★★★★
"Skemtiligur leikur, við sárari søgu"

Leikurin varð tilnevndur ein OLIVIER AWARD fyri “Best entertainment” í 2004 og hevur síðan lagt áskoðarar kring heimin flatar í látri. Føroyar eru 29. landið, har leikurin verður pallsettur.

Fyrsta sýning á Tjóðpallinum verður týsdagin 10. juli kl. 20

Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo