Milia: - Kollegii á Frælsinum og íbúðir í Hoydølum nú

Politikkur30-06-2020 - 22:18 - Jóanis Albert Nielsen

Glasir. Liðugur. Skúlin á Fløtum. Liðugur. H-Bygningurin. Liðugur. Skálafjarðartunnilin. Liðugur. Hotel Brandan. Liðugt. Hotel Hilton. Liðugt. osv. osv. Ímeðan størstu vinnurnar í Føroyum, fiski-, ali- og ferðavinnan, hava stríðst við korona, stendur byggivinnan yvirfyri einari aðrari, meira margháttligari avbjóðing. Allar stóru verkætlanirnar seinastu nógvu árini, eru nú við at vera lidnar.

Korona fáa vit illa gjørt nakað við.Prísurin á laksi og øðrum fiski er uttanfyri okkara ræði. Ferðavinnan má, um hon vil tað ella ei, bíða tolin, til rokið er av. Men byggivinnan er heilt ítøkiliga okkara egna ábyrgd. Tað hevur mann skilt í Danmark, har 30 mia. kr eru latnar til grønar umvælingar av almennum íbúðum. Um vit ynskja at halda hjólini koyrandi í byggivinnuni, at bjarga føroyskum arbeiðsplássum, samstundis við at vit tryggja ein framhaldandi fólkavøkstur, er tað einasta rætta at hyggja til Danmarkar og stuðla føroyskum íbúðarverkætlanum.

Tí vil eg heita á Landsstýrið at loyva Bústøðum at gera sítt arbeiði og á størstu kommununa í landinum at byggja teir ungdóms- og eldrabústaðirnir, sum kommunanhavaheimild til. Tá vit vita, at heimleys ikki kunnu útskrivast av sjúkrahúsinum, tí tey einki annað stað hava at vera. Tá vit vita, at yvir2000fólk eru á bíðilistanum hjá Bústøðum. Og tá vit hugsa um øll tey børnini, sum flyta frá kjallaríbúð til kjallaraíbuð, tí foreldrini ikki hava ráð til ein bústað. Tá vit vita tað, er tað for galið, at hvørki Landsstýrið ella kommunurnar hava nakra ætlan um at byggja fleiri bústaðir.

Visti tú at tað bert verða 10 nýggjar íbúðir lidnar í ár? At næstu íbúðirnar aftan á tað ikki verða liðugt bygdar fyrr enn um tvey ár? At sera fá sum leiga íbúð hjá Bústøðum, leita víðari, tí at tey flyta innanhýsis. 10 íbúðir, tað vil siga at øll hini sum standa á bíðilista ongar vónir skulu ger sær, um at fáa nakað at búgva í frá ti almenna heldur í ár. Visti tú at umleið 500 fólk flyta til Føroyar um ári?

Samstundis við, at stóru verkætlanirnar í byggivinnuni verða lidnar í summar, fara tveir ikoniskir bygningar í Havn at standa tómir. Venjingarskúlin á Frælsinum og Studentaskúlin í Hoydølum. Bústaðir hevur longu bjóða upp á bygningin í Hoydølum og prát hevur verið um at umvæla Venjingarskúlan til íbúðir, eftir sama leisti sum við Finsen. Venjingarskúlin, sum liggur mitt í tí komandi kampus økinum, er okkara føroyska Oyrasund. Studentaskúlin í friðarliga umhvørvinum í Hoydølum er sum stoyptur til eldra- og familjuíbúðir.

Við 100 til 200 íbúðum og kømrum á Frælsinum, hevði tað verið fyrsta veruliga kollegiið ílandinum. Ein byrjan upp á eitt kampus, sum fer at gera tað enn meira atraktivt at nema sær útbúgving í Føroyum. Og við 50 til 100 íbúðum og kømrum í Hoydølum, høvdu vit skapt eitt heimligt og livandi umhvørvi, har vit eisini rúma listini, sum fer at hava sítt virksemi í partum av bygningunum.Athesar báðar verkætlanirnar eru við til at bjarga arbeiðsplássum, at halda samfelagshjólunum koyrandi og at tryggjabarnafamiljur, ungdómi og eldri tak yvir høvdið,gervalið innlýsandi. Sjálvandi skulu vit í gongd skjótast gjørligt!


Milia Egilsens Anda

Forkvinna í Sosialistisk Ung Mið