Miðvingar í Doddaskor og Norðfratorvu - myndir

mentan25-09-2017 - 21:13 - Jóanis Nielsen

 Leygardagin 23. september vóru miðvingar í Doddaskor og Norðfratorvu, sum er norðantil í Vágum.

Í vár sleptu teir 5 seyðum í Doddaskor og 3. seyðum í Norðfratorvu, teir fingu allar seyðirnar aftur leygardagin. Sagt verður at seyðirnir síggja væl út, teir meta at vektin fer at liggja frá 60 til 70 pund og kanska onkur fer uppum 70 pund..

Teir í vóru við hendan dagin vóru Tórður á Presttrøðni, Jóhannus Nattestad, Kenneth Gaardlykke, Hans Bogi Ellefsen og Jón Eli Ole-Jacobsen.

Myndirnar hava vit fingið frá Jón Eli Ole-Jacobsen.