Miðvágs kirkja

mentan12-04-2017 - 23:42 - Jóanis Nielsen

Skírhósdag, 13.4 kl. 17.00, verður guðstænasta og altargongd í Miðvágs kirkju, Marjun í Kálvalíð prædikar. Aftaná guðstænastuna verður boðið til kvøldmáltíð í kirkjukjallaranum. Hetta er fastur siður í nógvum londum, at kirkjan bjóðar eina máltíð eftir guðstænastuna skíriskvøld. Nú fara vit at royna hetta, og vit vóna sjálvandi, at undirtøkan verður góð. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Prestanir og Miðvágs kirkja