Miðstaðarøkið í Miðvági - arbeiðið byrjar nú

politikkur21-03-2017 - 17:51 - Jóanis Nielsen

Vága býráð samtykti á fundi, tann 20. mars 2017, at byrja uppá at gera Miðstaðarøkið í Miðvági.

Byrjað verður í økinum millum Miðvágs Skúla og viðarlundina.

- Áarbakkin verður lagdur við stórum steinum, bert ein steinur í hædd. Ongar klípur vera lagdar millum steinarnar soleiðis, at síl sleppa inn ímillum teir at fáa skjól.

- Spuliplenan og brúgvavangarnir við síðuna av henni verða tikin burtur.

- Brúgvavangarnir verða laðaðir við mosagróti.

- Trappan verður laða við skotnum gróti, sum kommunan eigur á goymslu.

- Gamla betong brúgvin til viðarlundina verður hampa.

- Trøini millum Ósan og gamla grótgarðin verða tikin burtur.

- Grótgarðurin verður reinsaður fyri gras og mosa, so hann verður meira sjónligur.

- Nýggj træbrúgv verður gjørd um Hýsisá, har træbrúgv var fyrr í tíðini.

Ætlanin er, at sjálvboðin skulu gera part av arbeiðinum, meðan arbeiðsfólkið hjá kommununi ger ein part.

Myndin vísir hvussu økið kemur at síggja út, tá tað er liðugt.