Midnáttarøða á Vestanstevnu 13. juli 2019

mentan14-07-2019 - 00:10 - Jóanis Nielsen

Vítt útsýni og tolsemi við øllum – ikki bara við «tí rætta»

Midnáttarøða á Vestanstevnu 13. juli 2019

Gott kvøld, góðu sørvingar og góðu stevnugestir.

Seinast eg stóð her, stóð eg og lurtaði eftir trímenninginum Jóan Jakku Guttesen, meðan hann sang 1001 nátt. Eg plagi at koma hvørt ár á Country Festival, og eg má siga tað, at Country Festivalur uttan Tinganest, tað er sum ein Summarfestivalur í Klaksvík uttan Dynamitt. Tað kennist ikki rætt.

Sørvágur er ein gomul landnámsbygd. Tað og mangt annað kann man lesa í valaverkinum hjá Sonna Jacobsen, Sørvágur og Sørvingar. Tað bókaverkið og 100 ára minnisritið fyri Sørvágs Kommunu, sum Sonni Jacobsen eisini hevur skrivað ger, at tað munnu verða fáar bygdir í Føroyum sum hava so nógv gott skrivligt tilfar um bygdina, sum Sørvágur.

Eg havi altíð kent meg væl í Sørvági. Sum smádrongur var eg næstan hvørt vikuskifti og vitjaði ommu og abba – Karin og Arabo Henriksen Úti á Bakka í Sørvági. Abbi róði út aftaná eitt langt lív til skips, og omma arbeiddi á flakavirkinum. Mær fortalt var tað fyrsta flakavirki í Føroyum. Eg havi bert góð minnir frá tí og man fekk lagt gott í skógvarnar fra ommu og abba. Abbi plagdi eisini at smíða plattar á flakavirkinum og var náttarvakt umborð á skipum, ið lógu inni. Børnini vóru nógv uppií og eg minnist nógvar løtur úti á flakavirkinum og a keiini, har vit børn gingu og mólu, meðan fólk vóru til arbeiðis. Eg minnist eisini eina jólaaftan, tá eg, beiggi mín og eitt systkinabarn fóru við abba umborð á gamla Vesturvón tá vit vóru lidnir at pakka jólagávur upp, og vóru har umborð til morgunin eftir. Sovorðið festir seg í eitt barnaminni.

Tað var altíð spennandi at verða í Sørvági. Sørvágur var ein stór bygd við nógvum lívi. Úti á flakavirkinum var nógv virksemi og bygdin var full í handlum og fleiri kioskir vóru eisini. Í dag er øðrvísi við tí, men tað kann sigast fyri flest allar bygdir í Føroyum. Ikki tí, føroyingar keypa meiri enn nakrantíð, men tíðin er ein onnur. Í dag bestilla tannáringar javnan pakkar úr USA og Kina, heldur enn at fara í ein handil. Høvdu tey gomlu vitað!

Ikkt tí, sørvágsfólk hava altíð havt eitt vítt útsýni. Tey kendu heimin. Ein, sum eg minnist sera væl gjøgnum allan mín barndóm var rithøvundurin Einar Petersen – Einar Olivar Julian Petersen. Vit gingu nógv inn til Trinu, mammu Einar, og Einar gekk nógv niðan til ommu og abba. Einarsa sterka síða var ikki tøl og at skriva við hond, men máloyra, lesiførleika og hugflog hevði hann sum fáur. Pápi mín, sum er føddur árið eftir Einar, fortaldi, at Einar longu sum smádrongur gekk og las Greven af Monte Christo fyri øllum børnunum Úti á Bakka. Einar var sera áhugaverdur. Hann hevði silgt nógv úti, og hevði búð uttanlands í eitt áramál – m.a. í Japan. Hann var ikki sum hini, kann man róliga siga, men hann fleyg høgt í huganum. Hann skrivaði søgur um stóru verð. Meðan aðrir føroyskir rithøvundar til dømis hava skrivað um túnini í Havn og bóndasamfelagið, so skrivaði Einar um narkokartellir og spiónar á útoyggj og úti í stóru verð. Hann skrivaði um persónar, sum saman við ongum minni enn ísraelsku fregnartænastuni Mossad jagstraði nazistiskar herovastar í Rio de Janeiro. Hetta er ikki ein kritikkur av føroyskum rithøvundum, sum bert halda seg til tað heimliga, men tað skerst ikki burtur, at Einar fleyg høgt og víða í sínari skriving. Hann var nokk tað, sum man kallar ein original. Men tá man hugsar um, hvussu lík vit flest øll eru í dag, so saknar man slík fólk sum Einar Petersen.

Tað er neyvan av tilvild, at útlongsul og útsýni hevur ligið til Einar og sørvingar annars. Annar veraldarbardagi man hava gjørt sítt til tað.

Eitt sum eg minnist var, hvussu nógv kríggið fylti í prátinum hjá ommu og abba í Sørvági. Tey tosaðu um ting sum hendu undir krígnum, sum um tey vóru hend í gjár. Og tá man hugsar um, hvussu skjótt tíðin gongur, so hevur tað verið sum í gjár hjá teimum gomlu, tá eg var smádrongur.

Bretar fyltu nógv her í Vágum, og eitt navn, sum helst hevur verið á flestu varrum var Winston Churchill. Hann hevði avgerðandi ávirkan á útfallið á tveimum heimsbardøgum, hann skrivaði yvir 40 bøkur umframt greinasøvn og røðusøvn. Hetta gjørdi hann við síðirnar av at hava starvast sum journalistur, heryvirmaður, marinumálaráðharri, innanríkismálaráðharri, verjumálaráharri og premierministari. Hann fekk væluppiborið Nobelprísin í bókmentum í 1953. Tá vit brúka orðini toppfundur, jarnteppið og – hetta vita helst ikki nógv av – Miðeystur, so brúka vit orð sum Churchill uppfann.

Alt hetta var ótrúligt, men sum menniskja var hann eisini ófullkomin, sum øll onnur. Hann tók stórar avgerðir alt sítt lív, og var driftigari enn fólk flest. Stórar avgerðir merkir stórar brølarar. Eitt tað størsta hernaðarliga niðurlagið í fyrsta veraldarbardaga – Gallipoli í Dardanellunum - átti hann ábyrgdina av. Hann var av ítarstu mótstøðumonnunum til indiskt sjálvræði og kallaði Ghandi ein berføttan fakir. Hann drakk alkohol hvønn dag og byrjaði dagin við einum tunt blandaðum Whiskey og soda – hann kallaði tað munnskol. Churchill hevur eftir nútíðarstandardum havt eina stíva kenning aftaná døgurða hvønn tann einasta dag. Tað ger tað uppaftur meira ótrúligt at hann fekk tað av skafti sum hann gjørdi.

Hann fornermaði fólk uppá strípu. Tey flestu munnu hava hoyrt um, tá parlamentskvinnan Bessie Braddock segði ilsliga við Churchill í 1946: “Winston, tú ert fullur”. Hann svaraði: “Madam, tú ert ljót, og eg verði edruúr í morgin.”

Hugsið tykkum um ein premierministari ella ein løgmaður segði slíkt í dag.

Sannheitin er, at Churchill hevði ikki vart ein viku í politkki í Europa í dagsins puritanska klimai. Hugsið tykkum um tann miss, um slík fólk ikki sleppa framat, tí at tey eru ov langt uttanfyri tað alsamt smalkandi normala?

Tað var sjálvandi ein onnur tíð tá Churchill var í vælmaktini, og eg skal ikki anbefala fólki at ganga við kenning til arbeiðis. Men eg haldi, at vit mugu minnast til at steðga á, og gera pláss fyri orginalum og teirra sereyðkenni. Vit mugu fokusera uppá styrkir og ikki veikleikar.

Eingin er fullkomin.

Fullkomin menniskju eru sum jólamaðurin, huldufólk og fólk, sum sita við endaligu ábyrgdini av at byggja Glasir. Tey eru heilt einfalt ikki til.

At verðin minkar er nakað, sum man kennir til her vesturi og har man kríggið hava gjørt sítt. Við flogvøllinum eru Vágarnar og Sørvágur hjá mongum portrið til útheimin. Hugsið tykkum, seinni í ár verða tað einar 7 tímar av Dungasandi á Wall Street í New York. Tað var tíðin tað onkuntíð tók at koma til Havnar við Vesturleið tá papí mín var ungur og ferðaðist millum Sørvág og Tvøroyri, har hann gekk á realskúla, tí at eingin realskúli var í Vágum tá. Tann túrurin kravdi altíð eina yvirnátting í Havn. Nú kanst tú næstan koma verðina runt tl somu tíð.

Tað er ótrúligt, at hugsa sær, at vit flestu dagar í árinum hava minst 3 flogfør til og frá Føroyum. Eitt land við 50.000 íbúgvum.

Soleiðis má tað eisini verða framyvir. Bíligir ferðaseðlar eru góðir, men uppaftur meira týdningarmikið er frekvensur og hvar man sleppur.

Tá vit síggja heimin, kunnu vit hugsa um, hvussu gott vit í nógvar mátar hava tað í Føroyum. Men tað merkir eisini, at vit fara at hugsa um tey ting, sum kanska ikki eru so frálík.

Eg havi búð leingi uttanlands.Tá leggur man merki til ymiskt í Føroyum, sum burdi verið øðrvísi.

Onkuntíð haldi eg, at vit gloyma, at her liva føroyingar og tær lógir og reglar, sum vit gera skulu verða eftir tí sum føroyski veljarin vil, og ikki tað sum onkur hissini bólkur á meginlandinum vil hava.

Tað finnast fólk í hesum landinum, sum í ramasta álvara vilja lata 16 ára gomul atkvøða og bestemma hvussu landið skal stýrast, men vit hava ikki nóg mikið álit á teimum at vit lova teimum at keypa eina cigarett ellea eina øl, og ei heldur at stýra einum bili. Men stýra landinum, tað er eftir øllum at døma ok!

Her er okkurt, sum ikki hongur saman.

Eitt totalitert rák er í okkara samfelag í hesum døgum, har staturin vil noyða fólk til eitt ávíst lív. Ikki leiðbeina ella kunna, men regulert noyða ella skatta fólk at liva á ein ávísan alt for smalt defineraðan hátt.

Grundtankin aftanfyri nógv av tí, sum formyndarastovnar fáast við, er at vanligi føroyingurin er býttur, og má verjast frá sær sjálvum við avgjøldum og forboðum.

Politikarar og embætisfolk halda eftir øllum at døma, at vit fara øll at eta okkum um rygg av grønum keksum, um tær kki framhaldandi verða brannskattaðar, so vit hava dýrastu grønu keks í verðini.

Vilja føroyingar hetta? Vilja føroyingar hava nógv at tí, sum floymir inn yvir okkum í lógum og reglum? Hesin spurningur eigur altíð at setast. Tað eru vit, sum bestemma í Føroyum.

Misskiljið meg ikki. Vit eiga at hava eitt vítt útsýni, og eiga at læra av øðrum londum. Helst einari rúgvu av londum, og ikki bara tveimum, trimum. Vit kunnu taka tað besta ymsa staðni frá og laga tað til føroysk viðurskifti, men tað gera vit tíverri ikki.

Vit kopiera lóggávu í storan stíl úr Danmark, uttan at steðga á, um okkum nú tørvar hesar lógir og reglar. Har eiga okkara politikarar og okkara embætisverk at steðga á. Hyggja útum, og minnast til, hvørjum landi vit búgva í.

Tað er ikki tí, at øll donsk lóggáva er vánalig. Har er eisini okkurt skilagott, men ofta er frakkin for stórur til okkum. Har má filtur á.

Harafturat floymir lóggáva inn yvir okkum úr ES. Hesum sama ES, sum vit hava valt ikki at gerast limur í. Eg veit væl, at í summum førum verða vit noydd at tillaga okkara lóggávu til ES reglar, tí at vit t.d. selja fisk til ES, men í øðrum førum tørva vit ikki blint at kopiera.

Vit eru ikki í ES, og vit mugu syrgja fyri at vinda allar fyrimunir burturúr tí.

Onkur heldur kanska, at ES hevur so nógv fólk við skili fyri øllum møguligum, at tær reglar, sum koma harfrá eru sera væl gjøgnumhugsaðar. Eg meini tað! Vit hava til dømis nógvar bilar í Føroyum, sum tendra automatiskt framman og ikki aftan. Mangur man hava koyrt aftanfyri einum myrkum bili í einari tunnell av tí sama. Hví hava vit hetta? Tì at ein ES regul fyr nøkrum árum síðani segði at bilar skulu tendra automatiskt framman og ikki aftan. Eg rokni við, at tey flestu eru á einum máli um, at hetta er – fyri at siga tað akkurát sum er - himmalrópandi tápuligt, og kundi verið broytt við einum pennastroki og einari lítlari justering á bilunum. Men vit hava tað allíkavæl. Hví? Tí tað hava nøkur ljós høvd í ES bestemmað, og so fer tað bara ígjøgnum í Føroyum. Annaðhvørt per automatikk, ella tí at politikarar og embætisfólk hava gloymt at spurt, hvat føroyingar halda.

Takið ikki feil. ES er ein bureaukratisk maskina, sum ávírkar okkum so ella so, men vit eiga sjálvi at ráða fyri borgum, har okkum ikki nýtist at kopiera ES lóggávu.

Mett verður at ES millum stovnanina í 1957 og til 2005 hevði samtykt 666.879 síður av lóggávu. Av hesum vóru 170.000 síður enn í kraft í 2005. Hugsið tykkum 170 túsund síður av lóggávu. Um eitt menniskja lesir eina síðu uppá tveir minuttir – og tá lesur man skjótt -, so hevði tað tikið meira enn tvey ár at lisið hesa lóggávu, um tú einki annað gjørdi og las 8 tímar hvønn arbeiðsdag. Hetta er lóggáva, sum neyðars íbúgvar í ES hava skyldu at vita um. Og tað er versnað síðani 2005.

Hetta er ørskapur.

Ein maður segði fyri at lýsa bureukrati, at Faðir vár hevði 70 orð, Gettysburg røðan hjá Abraham Lincoln hevði 271 orð, tey tíggju boðini 313 orð, og direktiv nummar 1284/2002 frá ES Kommissiónini, sum umræður støddina á hasselnøtum í skali til sølu, er 2509 orð.

Vit kunnu flenna at hasum, men vit eru í ferð við at gerast líka ring.

Vit hava eina umsitingarliga og politiska mentan, sum er sum tá børnini tekna. Tá eitt barn teknar á eitt blankt ark, so byrjar tað við onkrum, men tað steðgar ikki fyrr enn øll tómrúm hava okkurt teknað á. Hetta eitur horror vaqui – ræðslan fyri at okkurt stendur tómt.

Á sama hátt hava vit tað við lóggávu. Okkara politikarar og embætisverk ræðast, um okkurt øki í okkara dagligdegi ikki er regulerað við lóg.

Vit hava til dømis eina lóg, sum áleggur fólki at søkja um loyvi frá kommuni tá tey skulu mála kjallaravindeygu ella innrætta eitt kamar í kjallarnum. Hví hava vit tað? Er tað tí at føroyingar uppøstir hava verið á einum máli um, at tað líkist ongum, at man sjálvur skal sleppa at mála vindeygu, uttan at blanda kommunua uppí? Nei. Tað er tí, at okkara politikarar hava gloymt at spurt, hvat føroyingar halda.

Okkum tørvar ikki lóggávu sum um vit vóru 5 milliónur fólk ella meiri sum vóru klumpaði saman. Vit hava gott pláss, og føroyingar hava enn nakað sum eitur vanligt vit og skil.

Um tað er okkurt øki, sum ikki er regulerað við lóg, so kann tað gott verða, tí at man metir, at tað behøvist ikki.

Vit sleppa enn einsamøll út í báti, og einsamøll í hagan, men óivað er onkur, sum kundi komið við onkrum argumenti um, at hetta ikki er forsvarligt, og má regulerast við lóg. Foreldur sleppa enn at smyrja matpakka til síni børn, uttan at skula á skeið, men hvør sigur tað, at tað verður veruleikin um 20 ár, um ovurreguleringin heldur fram? Føroyingar sleppa enn at fletta hjá sær sjálvum, men man ikki onkur onkustaðni standa uppá spring, fyri at hetta við tíðini skal forbjóðast við lóg?

Tað eru vit, sum bestemma, hvussu vit skulu innrætta okkum her á landi. Tað mugu vit ikki gloyma.

Tað er eitt demokratiskt problem, at vit fáa meir og meir lóggávu. Borgarin hevur skyldu til at duga alla lóggávu, men man skal ikki verða rakettvísindamaður fyri at finna útav, at hetta er ein ómøgulig uppgáva, og hon gerst meira og meira ómøgulig sum frálíður um lóggávuøðin heldur fram.

ES hevur á leið 4.000 atkvøðugreiðslur um árið. Um hvat? Eg veit ikki, men mín vón fyri Føroyar er, at um vit hava 20 hyllametrar av lóggávu í dag so hava vit 10 hyllametrar um 10 ár. Tað nýtist ikki at merkja at einki skil er í, men bert at man raðfestir og ger tingini styttri og greiðari.

Eg haldi, at vit kunnu byrja við at innføra ein forboðssteðg her í landinum. So eiga vit at hugsa um, hvussu vit kunnu innrætta samfelagið so einkult, sum gjørligt, samstundis sum vit syrgja fyri teimum, ið av einhvørjari orsøk tørva hjálp. Sum man plagar at siga: Tey gomlu,tey sjúku og tey veiku.

Tað almenna brúkar nógv for nógva orku uppá at royna at hjálpa og formynda teimum ungu, teimum frísku og teimum sterku.

Vaksin fólk avgera í síðsta enda sjálvi, hvussu lívið skal livast. Tað ber ikki til, at ein elita av heilsu- og lívstílsserfrøðingum vil stýra okkum øllum við forboðum og sanktiónum, sum um vit vóru børn, samstundis sum serfrøðingar úr sama samfelagssegmenti argumentera vítt og breitt ímoti at seta ov nógv mørk hjá børnum. Vit mugu ikki fáa eitt samfelag, sum fer við vaksnum sum børnum, og við børnum sum vaksnum.

Føroyar eiga at vera eitt tolsamt samfelag, har man trýr uppá at liva og lata liva. Tað gongur alla vegir. Tað er ikki eitt tolsamt samfelag, sum sigur liv rætt, ella kemur statsvaldið eftir tær við forboðum ella brandskatting. Vit eiga at kunna liva, sum okkum lystir - so leingi vit ikki skaða onnur. Um vit hava hug at ganga í Kelduna í Skálabotni ella gerast rastafarianarar, so er tað okkara søk og einki annað. Um fólk eru samkynd ella hava hug at eta meiri enn viðmæltu dagligu nøgdina av sukuri, er tað teirra egna søk. Tolsemi er ikki bara tolsemi til tey “røttu” tingini. Tað er ein hugburður til so at siga alt. Almenna mottoið skal vera tilboð, ikki forboð.

Hetta er kanska eitt sindur provokerandi orð, men vónandi fær tað tykkum at hugsa um hetta frálíka land, sum vit hava, og hvussu tað kann innrættast.

Tað kunnu tit hugsa um í kvøld, tá onkur tykkara fer válandi heim eftir Niðara Vegi.

Takk fyri og framhaldandi góða Vestanstevnu.

13. juli 2019.

Ben Arabo