Miðnám í Vestmanna - Skúli og skúlastjóri í 30 ár

mentan16-01-2019 - 13:10 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Miðnámi í Vestmanna:

Skúli og skúlastjóri í 30 ár

Miðnámsskúlin í Vestmanna, sum fyrr kallaðist Fiskivinnuskúlin, hevur nú rundað 30 ár. Manglandi næmingabústaðir og eitt ónýtiligt busssamband til Kollafjørð og bygdirnar norðanfyri, eru í løtuni størsta forðingin fyri menning av skúlanum.

Jákup Andreasen hevur verið skúlastjóri frá byrjan, og varð settur stjóri á nýstovnaða skúlanum tann 13. januar 1989. Tískil hava bæði skúli og skúlastjóri 30 ár á baki. Beinanvegin varð farið undir at fyrireika nýggju útbúgvingina, sum serliga varð ætlað leiðandi starvsfólkum innan fiskavirking og aling. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á skúlanum í september 1989. Flestu teirra, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni. Bara heilt fá fóru undir víðari útbúgving.

Um 450 fólk hava tikið prógv av skúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir. Ungdómarnir, sum nú ganga á skúlanum, taka eina gymnasiala útbúgving, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari.

Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á gymnasialu tilfeingisbreytini, sum er tann einasta tilfeingisbreytin í landinum. Á hesi breytini er alt føroyskt náttúrutilfeingi í miðdeplinum. Teir seinastu næmingarnir, sum gingu eftir gomlu skipanini, tóku prógv á sumri 2015. Eftir hetta hóskaði gamla navnið á skúlanum ikki til innihaldið í útbúgvingini, og í 2017 varð navnið á skúlanum broytt til Miðnám í Vestmanna.

Skúlin er eisini farin undir at útbúgva starvsfólk til ferðavinnuna, nú talið av ferðafólki er skjótt vaksandi. Síðsta vetur skipaði skúlin fyri ferðaleiðaraskeiði, og 19 nýggir ferðaleiðarar fingu prógv síðsta summar. Væntandi verður eitt ferðaleiðaraskeið boðið út aftur nú í summar. Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina nýggja ferðavinnuútbúgving, men enn er ikki greitt, um nýggja útbúgvingin verður klár at bjóða út longu í summar.

Jákup Andreasen skúlastjóri sigur, at hóast 30 ár kann tykjast long tíð í sama starvi, so hava hesi árini verið avbera spennandi, tí nógvar broytingar eru gjørdar bæði í innihaldi og í útbúgvingarskipanini. Eisini hevur stásiligi skúlabygningurin frá 2009 bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar. Umframt skeið til ali- og matvøruvinnuna, sum fingu góða undirtøku, bjóðaði skúlin út yrkisútbúgvingar til landbúnaðin, fiskavirkisvinnuna, alivinnuna og innan fiskireiðskap fyri nøkrum árum síðan. Hesar útbúgvingar fingu tó ongantíð nakra serliga undirtøku