Miðflokkurin vil seta eina óhefta nevna at ansa eftir Kringvarpinum

Politikkur08-03-2018 - 08:16 - Jóanis Albert Nielsen

Miðflokkurin heldur, at óvildarsemið í tíðindaflutningi Kringvarps Føroya ikki livir upp til sítt endamál, sum tað er lýst í Public Service sáttmálanum. 

Tíðindaflutningur úr øllum landinum 

Javnan eru atfinningar at hoyra í almenna orðaskiftinum um, at Kringvarp Føroya, sum verður fíggjað við lógarásettum gjøldum á vinnuna og skattgjaldarar úr øllum landinum, ikki røkir sínar skyldur at varpa tíðindir úr øllum landinum, men mest úr høvuðsstaðnum. Miðflokkurin heldur, at hesar atfinningar eru væl grundaðar, og at Kringvarp Føroya ikki røkir hendan sjálvsagda partin av Public Service sáttmálanum. 

Les meira her.