Miðflokkurin skipar fyri uppstillingarfundi til komandi løgtingsval

Politikkur18-10-2017 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Miðflokkurin skipar fyri almennum uppstillingarfundi til komandi løgtingsval mikudagin.


Fyrsti uppstillingarfundur Miðflokksins verður mikukvøld 18. oktober kl. 19.00 á Hotel Hafnia.

Løgtingslimirnir Jenis av Rana og Bill Justinusen verða til staðar og kunna um politisku støðuna, umframt at
týdningarmikil politisk evnið verða viðgjørd.
Fundurin er almennur, allir Miðflokkavinir og áhugaði eru vælkomin.
Miðflokkurin​