Miðflokkurin hevur tikið seg úr samráðingunum

Politikkur22-11-2017 - 07:17 - Jóanis Albert Nielsen

Floksformennirnir í samgonguni fóru um nátturðatíð í gjár á fund við Miðflokkin í Tinganesi, men eftir at fundast var í nógvar tímar valdi Miðflokkurin at taka seg úr samráðingunum.

Miðflokkurin hevur í kvøld tikið seg úr samráðingunum um at skipa nýggja samgongu, skrivaði Bill Justinussen á Facebook í nátt.