Myndin er frá suduroyarportal.fo

Meting av Elektron-deildini

ítróttur09-11-2013 - 21:07 - Jóanis Nielsen

Vit hava fingið neistavenjarin hjá kvinnum Kára Horn, at meta um teir báðar dystirnar í Elektron deildini hetta vikuskiftið.

Neistavenjarin hjá monnum Áki Mørk metur um dystirnar í Atlantic Airways-deildini, les um tær metingirnar við at trýsta her.

VÍF - Kyndil klokkan 14:30 sunnudagin.

Eg vænti ein javnan og hart spældan dyst, har VÍF stendur eftir sum vinnari av dystinum, av tí tær eru á heimavølli. Men tá tað er sagt, so ivist eg ikki eina løtu í, at Kyndil vil gera alt fyri at fáa 2 stig við heim úr Vestmanna aftur.

VB - Stjørnan klokkan 15:00 sunnudagin.

Eg eri ikki í iva um at VB fer við sigrinum, VB vil verða við í oddanum, so er tað krav at vinna á heimavølli, og við fullari høll so skuldi tað verði møguligt.

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil510784238
2VÍF5134110246
3Neistin5122109136
4VB5124126-25
5Stjørnan5102121-193
6StÍF5100139-392