MEST yvirtekur nýggja havrannsóknarskipið

Vinna22-08-2019 - 17:37 - Jóanis Albert Nielsen

MEST boðar í tíðindaskrivi frá, at tíðarætlanirnar halda og at nýggja havrannsóknarskipið verður handað Havstovuni komandi summar.

Skipið er liðugt málað og kom út úr byggihøllini í skipasmiðjuni WBS í býnum Kleipéda í Litava fyrr í summar. Leygardagin 31 august verður skipið sjósett og verða tá umboð fyri Havstovuna, MEST og onnur hjástødd.

Mikudagin 4 september yvirtekur MEST skrokkin og byrjar sleipið av skrokkinum eftir yvirtøkuna. Skrokkurin væntast í Føroyum á MEST skipasmiðjuni á Skála á leið 7-10 dagar seinni – treytað av hvussu veðurlíkindini eru at sleipa yvir hav.

Hóast skrokkurin kemur nærum liðugt málaður er hópin av arbeiði eftir at gera í Føroyum komandi mánaðirnar. Nógvir undirveitarar eru við í hesum arbeiði, sum MEST stendur fyri.

“Við sjósetingini og yvirtøku av skrokkinum eru vit nú farin um ein varða, sum var eitt umráðandi stig á leiðini fyri at fasthalda bæði tíðarkarmar og góðsku á nýggja skipinum. Alla tíðina hava vit havt fólk frá MEST at fylgja við arbeiðinum og hevur samstarvið við WBS skipasmiðjuna verið fyrimyndarligt”, sigur Mouritz Mohr, stjóri.

Myndirnar eru úr Klaipéda fyrr í vikuni. Nýggja havrannsóknarskipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Tað er 10 metrar longri enn Magnus Heinason. Men við at gera eina hædd meira, so er víddin tvær ferðir so stór sum á Magnusi Heinasyni.

Skipið verður handað Havstovuni á sumri 2020.