Mest pør sum fara til París

Vinna08-07-2019 - 10:56 - Jóanis Albert Nielsen

Mánadagin fóru umboð fyri føroysku pressuna og ferðaskrivstovur til París fyri at uppliva býin. Millum ferðaskrivstovurnar var eisini Flog.fo, sum var umboðað av Rúna Joensen.

Rúni sigur, at tað hevur verið stórur áhugið hjá teimum ferðandi at ferðast til París í Frankaríki. Flog.fo hevur sett nakrar pakkaferðir saman til tey ferðandi, sum ferðast til París og har um leiðir. Á Flog.fo hava tey eisini havt eitt lýsingaátak til tey ferðandi, at ferðast í november og desember - vikuskiftistúrar - sum hava selt væl. París hevur vundið skjótt uppá seg.

Vit spurdu Rúna hvat fyri túrar talan er um:

Sum dømi tekur hann túr í heyst, sum tey samskipað við Sólorku, har talan er um familjutúr, har tey ferðandi búgva beint við Disneyland, og París er ikki so langt vekk. Føroyskur ferðaleiðari fylgir við alla vikuna.

So nevnir hann vikuskiftistúrarnar, har fólk vilja hava hotel og búgva centralt í býnum.

Vit spyrja Rúna hvat tað eru fyri fólk sum ferðast til París.

Nú hevur sølan eisini verið opin til í summar til París, men har havi eg ikki merkt tann stóra áhugan. Tað sum eg havi selt mest av tað eru vikuskiftistúrarnar til París, og tað er næstan alt pør í øllum aldri. Vit hava ikki selt nógvar túrar til barnafamiljur, sigur Rúni.

Hvat merkir tað fyri kundan at Atlantic Airways byrjar at flúgva til París?

Fyri tað fyrsta er tað ein fantastiskur býur. Nemt og skjótt at flúgva til. Tað ger tað nemt at koma víðari, samstarvi Atlantic hevur við KLM og AirFrance ger, at man lætt kann koma víðari til t.d. Asia og Amerika. Talan er um eitt gott samstarv, sum ger at tað er ein góður prísur um ein ferðast víðari via París.

Alpha Travel er vinnudeildin, sum eigur Flog.fo. Vit spyrja Rúna um vinnukundarnir heldur fara til París enn Keypmannahavnar.

Tað kemur alt annað uppá hvar kundin skal, men tey sum arbeiða á Alpha Travel siga, at nú tá ið París rutan er byrjað, eru tað fleiri vinnukundar sum velja at ferðast via París, tí tað ger ferðina hjá teimum nemmari, serliga tá ið kundarnir skulu flúgva víðari.

Hvat hevur tú fingið burturúr túrinum?

Tað er altíð nemmari at selja eitt feriustað, tá ein sjálvur hevur upplivað tað. Hatta var mín fyrsti túrur í París, og eg fekk sera gott inntrykk av býnum. Vit fingu uppliva nógv, bæði útferðir og mat, sum vit uttan iva kunnu brúka til at selja ferðir til París. Rós til Atlantic, sigur Rúni at enda.