Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión

Vinna12-01-2021 - 16:21 - Jóanis Albert Nielsen

Havstovan: Ein ovurhonds stór nøgd av havdjórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og kava niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/rándjórum, tá sólin setir. Um okkara leiðir er hesin mesopelagiski biomassi umboðaður av t.d. stórum djóraæti, krill, rækjum, prikkafiski og lakssild.

Slík djór “síggjast” við ekkoloddi og øðrum akustiskum tólum. Við akustiskum streymmátarum, ið standa á stórum dýpi og máta upp gjøgnum vatnsúluna, hevur Havstovan (fyrr Fiskirannsóknarstovan) seinastu 25 árini mátað heitu og køldu streymarnar fram við Føroyum. Sum fyrsta kanning av sínum slag, hava vit brúkt hesar streymmátarar sum ekkolodd, ið, máta frá botni og upp. Úrslitini standa at lesa í nýggju greinini Vertical migration of pelagic and mesopelagic biomass from ADCP backscatter data in the southern Norwegian Sea, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Millum annað síggja vit týðiliga, at mesopelagiski biomassin fer niður í dýpið umleið 1-2 tímar áðrenn sólin rísur, har ein stórur partur av djórunum “krógva seg” í ísakøldum sjógvi beint undir heitu Atlantisku streymunum. Hesin biomassi kemur so upp aftur móti vatnskorpuni umleið 1-2 tímar eftir sólsetur.

Møguligir spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til Hjálmar Hátún: hjalmarh@hav.fo