Merktu grindirnar ferðast báðar suðureftir

mentan29-06-2020 - 14:49 - Jóanis Nielsen

HAV.fo Merkta grindin úr Bø hevur nú, í fýra dagar, hildið kósini suðureftir. Hon hevur ferðast á djúpum vatni, har dýpið hevur verið umleið 2.500 metrar, og er nú komin suður um 60 breiddarstig.

Merkta grindin úr Havn hevur eisini vent kósini suðureftir, eftir at hon hevur dvalt nakað við Ytsta Banka. Nú er kósin móti Rockall, og er grindin komin suður á 58 breiddarstig. Upprunaliga vóru fýra hvalir merktir í hesi grindini, men tveir sendarar eru tíverri givnir at senda.

Bjarni Mikkelsen (bjarnim@hav.fo)