Mentunarnáttin í Reykjavík

mentan19-08-2018 - 12:17 - Jóanis Nielsen

Tórshavn.fo: Seinnapartin í gjár setti Annika Olsen, borgarstjóri, Menningarnáttina í Reykjavík. Aftaná setanina sungu og kvóðu Xperiment og Heiðrikur við bólki sang. Síðani var móttøka á Sendistovu Føroya, har føroyski sendimaðurin Peter Petersen bjóðaði vælkomin og Lena og Niclas framførdu. Samstundis lótu mynda- og listaframsýningar upp, sum er føroyska íkastið til Menningarnóttina.



Dagur B. Eggertson, borgarstjóri í Reykjavíkar kommunu, og Annika Olsen, borgarsjtóri í Tórshavnar kommunu eftir setanina av Menningarnóttini á Ráðhúsinum. 

Niðanfyri er føroyska røðan, sum Annika Olsen tó helt á íslendskum, tá Menningarnóttin varð sett á Ráðhúsinum

“Kæru gestir,
At vitja í Íslandi er sum at koma á vitjan hjá familju. Soleiðis hava fleiri okkara tað, og soleiðis havi eg tað eisini persónliga. Tí er tað mær ein serlig gleði, at Tórshavnar kommuna aftur í ár er boðin við sum heiðursgestur á Menningarnóttini í Reykjavík 2018. Líka sum tað er mær ein heiður at sleppa at seta hendan veitsludag í Reykjavíkar gøtum. Takk fyri tað.

Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á gott samstarv við aðrar býir og tjóðir, men eg kann siga fyri vist, at okkara samband og samstarv við Reykjavík er av heilt serligum slag.

Ísland og Føroyar eru virknir partar í norðurlendskum samstørvum, sum geva mentanarligar, búskaparligar og aðrar ágóðar. Søguliga hava vit samstarvað nógv innan serliga fiskivinnu, og í nýggjari tíð er okkara samstarv víðkað til onnur týðandi øki sum útbúgving, gransking, ferðavinnu og fleiri partar av mentanarøkinum.
Í Tórshavnar kommunu eru vit fegin um tað samstarvið, sum vit gjøgnum tíðirnar hava fingið í lag við okkara íslendsku frændir. Eg kann nevna Hátíð Hafsins her í Reykjavík, har serliga Westward Ho altíð fær stórfingna móttøku. Í hesum samstarvi hava vit somuleiðis notið gott huglag og vinalag, tá mentafólk úr Íslandi er komið við Westward Ho heim til Havnar og hevur sett dám á býin við tónleiki og undirhaldi.

Yvirhøvur hava vit eitt mennandi samstarv við Reykjavíkar bý, sum er okkum kært. Gjøgnum árini hava mong av okkara dugnaligastu listafólkum leitað sær útbúgving, íblástur og fyrimyndir í Íslandi. Hesin lærdómur er við til at ríka føroyska mentanarlívið, og er tað gleðiligt at síggja, hvussu føroysk og íslendsk vinabond vera knýtt umvegis mentan og list.

Altíð hava føroyingar verið vælkomnir í Íslandi, eins og íslendingar altíð hava verið tað í Føroyum. At koma til Íslands, er ikki sum at koma burtur í onnur lond, men heldur sum at vitja skyldfólk og vinir í grannalagnum, og tí kann Ísland eisini vera okkum lagaligasta leiðin út í heim.

Felags søga okkara er øðrvísi enn í hinum norðurlondunum. Ættarbondini eru mong og onkursvegna kenna vit okkum sum ein familja, har okkara lívstræðrir eru bundnir saman. Vit eru eisini so ómetaliga lík á so mongum økjum. Vit kennast væl, vit samstarva væl, og so mangan hava vit upplivað, at umsorganin fyri hvørjum øðrum røkkur langt út um vanliga galdandi mørk.

Í fjør var minnisvarði um vanlukkuna í Súðavik í 1995 reist í Havn, sum íslendski listamaðurin Jón Sigurpálsson hevði tilevnað. Tá vit spurdu listamannin, hvør hugsan lá handan listaverkið, svaraði hann, at eingin frændatjóð er nærri íslendingum enn føroyingar. Menning, søga og tunga tjóðanna eru samantvinnað og samskiftið hevur verið tætt.

Tí eri eg sera fegin um at fáa høvi at bjóða okkara íslendsku vinum ein sýnisglugga til føroyska mentan. Handaliga so væl sum andaliga.

Við í ferðalagnum úr Føroyum eru tvær forvitnisligar framsýningar, sum vera at síggja her á Ráðhúsinum. Framsýningin HAV er ein framsýning av klæðum, sum føroyskir sniðgevar hava framleitt úr tilfari úr sjónum. Framsýningin er úrslitið av einari kapping millum norðurlendskar sniðgevar um at sniðgeva klæðir við at gagnnýta tilfeingi úr sjónum. Í úrslitunum síggja vit fiskaskræðu, tara og kópaskinn endurnýtt í framleiðsluni av klæðunum. Umframt pløggini, er høvi at síggja frálíku myndirnar av klæðunum, sum kendi mótamyndamaðurin Tommy Ton tók í sambandi við kappingina.

Hin framsýningin er ein myndaframsýning hjá myndamanninum Ólavi Frederiksen. Gjøgnum tey seinastu 15 árini hevur hann hegnisliga avmyndað føroyska mentan og landslag. Ólavur hevur eitt serstakliga gott eyga fyri myndum, og hann myndprýðir regluliga bløð og útgávur, umframt at hann hevur givið út bøkur við sínum myndum. Ólavur er havnarmaður og er tað eisini Havnin, ið fyllir nógv í hansara arbeiði. Á hesari framsýningini er høvi at síggja spildurnýggjar myndir úr Tórshavn.



Afturat hesum framsýningum fara Heiðrik á Heygum og kórið Xperiment at framføra her á Ráðhúsinum seinnapartin. Hesi fara eisini at framføra í hølunum hjá Sendistovu Føroya og Hørpuni saman við Lenu og Niclas.

Fjøllistamaðurin Heiðrik á Heygum, flutti fyri stuttum heim úr Reykjavík, her hann  hevur lisið og arbeitt við sínum tónleiki, filmslist og myndlist seinastu árini. Í fjør gav hann út útgávuna Funeral, hvørs fangandi løg og eyðkendi stílur hava gingið sína siðursgongd kring Føroya land og ivaleyst longri út í heim.

Xperiment er eitt rútmiskt kór mannað av dugnaligum ungum fólki og stjórnað av Sigrið Sivertsen. Kórið arbeiðir við gomlu føroysku kvæðunum, sum tey lata í ein lættan rútmiskan búna og bjóða soleiðis okkara tunga mentanararvi av.

Lena og Niclas er ein virkin og dugnalig duett, sum ikki bert er eitt listarligt samstarv, men eitt lívs samstarv. Hjúnini Lena og Niklas eru nevniliga saman um alt, og hesi seinastu 20 árini hava tey ríkað okkum við einari perlu fyri og aðrari eftir. Teirra tekstir eru sjáldsama poetiskir og teirra ljóð eyðkent, vakurt og erligt.

Slíkir dagar sum hesir kring Menningarnóttina eru enn ein áminning um okkara felagsskap og vinarbond, ið vit til allar tíðir eiga at røkja og nøra, tí einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar. Við vón um góða samvinnu og gott brøðralag vil eg takka fyri, at mær gavst høvi at siga nøkur orð í dag her í Reykjavík.

Eg vil enda hesa løtu við at lesa tvey ørindi úr yrkingini “Ísland”, sum Mikkjal á Ryggi yrkti um okkara grannar fyri 100 árum síðani, tá Ísland gjørdist sjálvstøðugt ríki.

“Stolt tú stendur enn sum áður, stimburmikla tjóð, 
goymdar eru mentar gávur, geisla yvir sjó;
undur tykir øllum monnum andi tín og verk;
flótt er undir køldum fonnum, fáment tjóð er sterk.

Lýsi vítt um tún og tindar tungl og gylta sól,
láti blítt í leyvi vindar, leiki frískt um hól;
blaktrið merkið bjart um landið blátt og reytt og hvítt;
gjøgnum allar ævir standi Ísland sterkt og frítt!”

Við hesum orðum vil eg lýsa Menningarnóttina 2018 at vera setta. Enn eina ferð takk fyri at Tórshavnar kommuna var boðin við og góða Menningarnótt øll somul!”

Annika Olsen
borgarstjóri