Mentanarvikan í Vági: Asnaspark til list og listbrúk

15-04-2019 - 11:29 - Jóanis Nielsen

Í døgunum frá mánadegi 29. apríl til sunnudagin 5. mai er Mentanarvika í Vági. Komandi dagarnir verður varpað ljós á ymisku tættirnar í skránni. -Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað – og ikki minst er eitt nýtt spennandi annarleiðis tiltak á skrá undir heitinum Matgonga.

Millum spennandi tiltøkini Mentanarvikuna er áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum: “Asnaspark til list og listabrúk… – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?”. Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum.

Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl kl. 19.30.

Umrøða av tiltøkum í Mentunarvikuni verður á heimasíðuni hjá Vágs kommunu,www.vagur.fo