Mentanarnátt 2. juni

mentan24-05-2017 - 14:33 - Jóanis Nielsen

Tað verður av álvara lív í miðbýnum fríggjakvøldið 2. juni, tá Havnin bjóðar øllum vælkomnum á Mentanarnátt 2017.

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár. Tað hevur fingið fólk at kalla Mentanarnáttina ”lítla ólavsøkan”, sum við tíðini er vorðin ein fólkaveitsla við alskyns tiltøkum.

Sum vanligt er skráin drúgv og fjølbroytt Mentanarnáttina. Tónleikatiltøk eru runt um í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið.

Nýtt á skránni er millum annað bamsuskaðastova á Landssjúkrahúsinum, og Smæran, sum hevur opið hús við tónleiki, framløgum, hugleiðingum og øðrum. Í Niels Finsens gøtu verður stór mótasýning, og Handilsgøtan spennir seg út við barnatiltaki, tónleiki og undirhaldi.

Øll skráin fyri Mentanarnáttina kann lesast á visittorshavn.fo og facebook.com/mentanarnáttin