Mentanardagar í Sundalagnum byrjað í kvøld

vinna14-09-2017 - 13:00 - Jóanis Nielsen

Mentanardagarnir verða settir í kvøld á hugnaligari setanarløtu í Eydnuni á Oyrarbakka kl.19.00. Nógv forkunnugt og spennandi er á skránni.

Eitt nú verður ársins mentanaravrik handað og børn úr 5.flokki í skúlanum við Streymin koma at greiða frá norðurlendskari verkætlan, sum tey hava luttikið í.

Mentanardagarnir í Sunda kommunu halda áfram til 23. september. Skráin er fjøltáttað og kann lesast her.