Menningarleiðari settur í farloyvisstarv fyri Visit Vágar

vinna08-03-2021 - 16:00 - Jóanis Nielsen

Rasmus S. Biskopstø settur sum virkandi menningarleiðari fyri Visit Vágar frá 1. mai 2021

Samstarvsnevndin fyri Visit Vágar hevur gjørt av at seta Rasmus S. Biskopstø í farloyvisstarv sum menningarleiðari fyri Visit Vágar. Rasmus er 28 ára gamal, hevur eina bachelorútbúgving í sosialvísund og samfelagsplanlegging og eina kandidatútbúgving í geografi og sosialvísund. Hann hevur skrivað serritgerð um vaksandi hiking-ferðavinnuna í Føroyum, har umstøðurnar við Drangarnar og Trælanípuna vóru millum økini ið kannaði vóru.

Rasmus hevur arbeiðsroyndir m.a. sum býarplanleggari og innan ferðavinnu. Hann er í skrivandi løtu kunningarleiðari hjá Visit Suðuroy á Tvøroyri.

Rasmus byrjar í starvinum sum menningarleiðari hin 1. mai 2021.

7 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin var samd um, at Rasmus hevði rætta profilin og røttu førleikarnar at røkja farloyvisstarvið, ið næsta árið fyrst og fremst fer at snúgva seg um menning av ferðavinnuinfrakervinum í Vágum og Mykinesi. Samstarvsnevndin er sett saman av umboðum fyri Sørvágs kommunu og Vága kommunu.

Kommunurnar í Vágum ynskja Rasmusi til lukku og góða eydnu við starvinum.