Menningarkvotur/váttanir

Vinna20-09-2018 - 17:06 - Jóanis Albert Nielsen

Nú myndugleikarnir á fiskivinnuøkinum eru farnir undir at skriva út fiskiloyvir í sambandi við menningarkvotur, vil Føroya Fiskimannafelag gera vart við § 51 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum sigur:

 

§ 51. Skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Stk. 2. Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsrarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningafeløg, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.

 

Tað er púra greit sambært orðingini í lógini, at fiskiloyvi ikki kann latast, uttan at ein váttan er um, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Verður hetta ikki gjørt í hvørjum einstøkum føri, er lógin brotin, og fiskiloyvini eiga at verða drigin inn aftur.

 

Ein slík váttan, ið skal fyriliggja, áðrenn eitt fiskiloyvi verður útskrivað, skal vera juridiskt bindandi.

 

Váttanin má staðfesta, at sáttmálarnir við føroysku maningarfeløgini eru galdandi í fullum líki – herundir eisini ásetingarnar um

 

  • Avrokning – at manningin verður tryggjað avrokning eftir marknaðarprísum.
  • Søluvirði.
  • Frábýti – at meiriluti av manningini kann krevja frábýti, áðrenn byrjað verður at skipa upp veiðuna.

 

Ásetingin í lógini um hesi viðurskiftini eru greið, og tað er sera einfalt hjá myndugleikunum at tryggja, at omanfyri skitseraða fyriliggur í eini juridiskt bindandi váttan.



Føroya Fiskimannafelag.