Menningarkvoturnar verða helst avgreiddar í dag

politikkur14-08-2018 - 13:07 - Jóanis Nielsen

Høgni breyt uttanlandaferiuna av um vikuskiftið fyri at fáa avgreitt menningarkvoturnar, men helst er so nógv stríð í samgonguni, at illa ber til at fáa málið avgreitt við semju.

Úrskurðurin skuldi almannakunngerast í gjár, men har kom einki í gjár - í dag verður sagt, at tað verður kunngjørt hvør fær kvoturnar.

Spenningurin er stórur.