Menningarkvotur til Vágarnar

vinna06-07-2018 - 14:49 - Jóanis Nielsen

Sjálvandi eru vit í Vága kommunu sera spent og altrá eftir at fáa ein part av menningarkvotunum vestur í Vágar.

Tað hevur verið sera friðarligt á havnarlagnum í Miðvági, síðan flakavirkið stongdi og skip, trolarir og einasta uppisjóvarskipið í oynni, fóru av vánni.

Afturgonngdin innanfyri fiskivinnuna byrjaði fyri meira enn 10 árum síðan. Hettar er sera long tíð, og hendan aftirgongdin merkist í allari kommununi.

Vit her vesturi vóna og vænta sjálvandi, at eisini vit í Vága kommunu fáa ágóðan av kvotunum, ið verða lætnar.

Tað er sera umráðandi fyri okkara økið, sum hevur ligið stilt so leingi, at eisini vit fáa part av kvotunum. Lokalu aktørarnir, ið hava søkt um menningarkvotur, síggja stórar møguleikar, ið veruliga kundi sett gongd á aftur.

Øll í Føroyum kunnu søkja, og metingarnevndin er nú farin undir at meta um, hvør ið fær lut í kvotunum. Nevndin ger síðani tilmæli til Fiskimálaráðið, og tað skal verða mín vón at tilmælið hevur Vága kommunu við í menningarætlanini.

Eyðdis Hartmann Niclasen

Borgarstjóri í Vága kommunu