Mynd: Uni Arge.

Meiriluti fyri sjálvstøðu og sjálvberandi búskapi

politikkur28-05-2017 - 18:48 - Jóanis Nielsen

Ein meiriluti av føroysku veljarunum vil, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð innan ár 2035. Tað staðfestir veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

Í kanningini verður spurt beinleiðis, um veljararnir meta, at Føroyar skulu miða eftir at gerast sjálvstøðug tjóð innan ár 2035. Kanningin vísir, at ein meiriluti á 52 prosent av veljarunum svarar ja til henda spurning.

Ein minniluti á 37 prosent av veljarunum svarar nei til hendan spurningin, meðan 11 prosent siga seg ikki vita.

Kanningin vísir eisini, at ein greiður meiriluti av føroyingum ynskir ein sjálvberandi búskap uttan blokkstuðul.

Í kanningini verða veljararnir spurdir, um teir meta, at Føroyar skulu miða eftir einum sjálvberandi búskapi leysum av blokkstuðli innan ár 2030. Tilsamans 60 prosent av veljarunum halda, at Føroyar skulu hava sjálvberandi búskap.

Hinvegin halda 27 prosent av veljarunum, at Føroyar eiga ikki at miða eftir einum sjálvberandi búskapi í 2030, meðan 13 prosent siga seg ikki vita.

537 persónar hava svarað kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á fólkatingi í døgunum frá 3. til 15. mai.

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at stundin er komin, at vit taka spurningin upp um, hvussu og nær vit røkka málunum um ein sjálvberandi búskap og eitt sjálvstøðugt land.

”Búskaparliga eru vit so væl fyri sum nakrantíð, og vit mugu taka nógv størri ræði á uttanrikispolitiskum viðurskiftum, tí ongin annar fer at seta okkara áhugamál fremst, tá rembingarnar kring Brexit og Arktis fara at elva til nýggjar telvingar um eitt nú fiskiveiðirættindi.”

Spurningarnir ljóðaðu soleiðis:

Metir tú, at Føroyar sum samfelag skulu miða eftir einum sjálvberandi búskapi leysum av blokkstuðli innan ár 2030?
60% svaraðu ja, 27% svaraðu nei, og 13% vita ikki

Metir tú, at Føroyar skulu miða eftir at gerast sjálvstøðug tjóð innan ár 2035?
52% svaraðu ja, 37% svaraðu nei, 11% vita ikki