Meiriluti fyri at yvirtaka rættarskipanina

politikkur05-06-2017 - 13:29 - Jóanis Nielsen

Meðan føroyingar skriva og umsita flestu lógirnar, sum galda í Føroyum, eru tað enn danskir dómstólar og danskir dómarar, sum døma eftir lógunum.

Í novembur í fjør svaraði danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, fyrispurningi frá Tórbirni Jacobsen um, hvussu nógvir landsrættardómarar tosaðu føroyskt, og hvussu nógvir høvdu innlit í føroysk viðurskifti.

Løgmálaráðharrin svaraði, at ongin av dómarunum í Eystara Landsrætti tosaði føroyskt, men at fleiri skilja og lesa eitt sindur av føroyskum. Eystari Landsrættur viðger mál, sum verða kærd eftir viðgerð í Føroya Rætti.

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur tað vera sjálvsagt, at skal ein dómari vera fult førur fyri at taka eina rættvísa og fult upplýsta støðu í einum føroyskum rættarmáli, er neyðugt, at dómarin hevur stórt innlit í føroysk viðurskifti og í minsta lagi dugir málið.

Tí setti Tjóðveldi á fólkatingi eisini spurningin í veljarakanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyrra helming av mai mánaði, um tað er rætt at fara undir fyrireikingar at yvirtaka rættarskipanina. Niðurstøðan í veljarakanningini talar fyri seg.

62 prosent av teimum, sum svaraðu spurninginum, halda tað vera rætt, at farið verður undir fyrireikingar at yvirtaka rættarskipanina.

26 prosent av veljarunum halda tað ikki vera rætt at fara undir fyrireikingar at yvirtaka rættarskipanina.

12 prosent av veljarunum siga seg ikki vita.

Setti spurningurin ljóðaði soleiðis:

Føroyar smíða og umsita í dag egnar lógir, meðan dómstólarnir, sum skulu døma út frá hesum lógum, eru danskir. Heldur tú tað vera rætt at fara undir fyrireikingar til at yvirtaka rættarskipanina?