Leygardagin 17. februar varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Meir spælitíð til teir eldru

ítróttur21-02-2018 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Seytjan av teimum átjan feløgunum vóru umboðaði, tá Fótbóltssamband Føroya leygardagin 17. februar hevði 40. aðalfund FSF’s.

Leygardagin 17. februar var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn. Umboð fyri 17 av teimum 18 limafeløgunum luttóku á fundinum, sum vardi í smáar tveir tímar.

Umboð fyri UEFA eru javnan gestir á aðalfundum FSF’s, og hesaferð luttóku Michael Van Praag og Valentina Mercolli. Van Praag, ið er forseti í hollendska fótbóltssambandinum, tók orðið, og takkaði fyri gott arbeiði føroyskum fótbólti at frama, ið Fótbóltssamband Føroya og feløgini kring oyggjarnar hava framt seinastu tíðini.

Einki stórmál var á fundinum hesaferð, tó vóru smávegis broytingar framdar í kappingarreglunum fyri fótbólt og í lógunum fyri FSF.

Millum annað varð samtykt, at nú kunnu spælarar, ið eru eldri enn 21 ár, spæla fullan dyst á næstbesta liðnum leygardag, og síðani sita á bonkinum, tá fremsta lið felagsins spælir sunnudag.

Klokkan gott trý, eftir smáar tveir tímar, kundi fundarstjórin taka saman um og takka fyri ein góðan og siðiligan fund. Síðani bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

Fundarfrásøgnin kann lesast her:Fundarfrásøgn / FSF Aðalfundur 2018

Fleiri myndir frá aðalfundinum síggjast her:FSF Aðalfundur 2018 / Myndir