Meinhard Egilsson Olsen, ið hevur skorað í tveimum dystum á rað, ætlar sær aftur á máltalvuna fríggjadagin, tá Pólland vitjar á Tórsvølli klokkan 16:45

Meinhard: Seinasta málið er ikki skorað

ítróttur07-11-2017 - 13:05 - Jóanis Nielsen

Hann hevur skoraði í tveimum teimum seinastu dystunum, og fríggjadagin ætlar Meinhard Olsen aftur at skjóta mál fyri Føroyar.

Eg vænti ein harðan dyst. Vit eiga, á papírinum, ikki at hava stórvegis møguleikar at vinna, men tað er innanfyri linjurnar, at dysturin verður spældur, og har ætla vit at ofra okkum 100 prosent, í øllum nærdystum, allastaðni á vøllinum, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum, sum fríggjadagin klokkan 16:45 møtir Póllandi á Tórsvølli, eru í hæddini. Allir teir 20, ið eru úttiknir til dystin eru væl fyri, og nú ræður um at løða væl til stóru uppgávuna, ið stendur fyri framman.

Ein teirra, ið aftur hesaferð fer at stríðast fyri Føroyar, er framherjin úr B36, Meinhard Olsen. Og hann er ikki í iva um, at tað ber til at koppa póllendingunum, men tað krevur nærlagni og neyvleika frá øllum í hópinum.

- Tá allir geva alt, og eitt sindur afturat, so hava vit ein munandi størri møguleika at gera eitt bragd. Og eg trúgvi, at allir vilja enda árið væl, og fara í vetrarsteðg við uppreistari pannu. Men tað kemur ikki av sær sjálvum, og vónandi koma nógvir áskoðarar á Tórsvøll at hjálpa til, tí tað ger stóran mun fyri okkum á vøllinum, sigur Meinhard Olsen.

U21-landsdysturin fríggjadagin er tann fimti í hesari undankappingini, og higartil hava Føroyar fingið 4 stig, sum er komin eftir 1-1 javnleik í Finnlandi, og við at vinna 3-1 á Georgia á heimavølli. Men sambært Meinhardi Olsen, so er seinasta stigið til Føroyar í hesari kappingini ikki komið enn, og hann ætlar sær eisini at skjóta fleiri mál fyri Føroyar.

- Fýra stig aftaná 4 dystir er góðtikið, tí tá vit høvdu spælt tveir dystir var úrtøkan null stig og málmunurin minus 6. Vit hava eitt gott lið, og síðsta stigið í hesari kappingini er ikki komið enn, og seinasta málið frá mínari síðu er heldur ikki skorað enn, sigur Meinhard Egilsson Olsen at enda.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45. Ókeypis atgongd er til dystin.