Nýggjastu


Meg minnist: Fyrsta sending sunnudagin kl 14.15

mentan25-01-2020 - 12:31 - Jóanis Nielsen
Nýggjur gestur í Meg minnist verður nú Max Weihe av Selatrað. Weihenavnið kom til Selatraðar, tá Gamli Lassin Weihe á Bønhúsmørk í Lamba giftist við garðagentuni á Niðristovugarði á Selatrað, sum var størsti garður í oynni.

Abbi Max, Hans Petur, var sonur Lassan. Hans Petur Weihe var í DK í tólv ár, og fekk sær handil á Sandinum í Søldarfirði um aldarskiftið 1900. Weihenavnið kom til FØ við Jóhan Hendrik Weihe av týskari ætt, sum var løgmaður í Føroyum um aldarskiftið 1700.

Fyrsta sending sunnudagin kl 14.15.