MB sett venjara

ítróttur14-12-2019 - 17:02 - Jóanis Albert Nielsen

Herfyri søktu vit eftir einum høvuðsungdómsvenjara at starvast fulla tíð hjá okkum í 2020. Stórur áhugi var fyri starvinum, og vit funnu ein, ið vit meta hóskar væl til okkara tørv og okkara mentan.

Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og í februar 2020 byrjar danin Kristoffer Kvistgaard av álvara í sínum starvi hjá Miðvágs Bóltfelag. 29 ára gamli Kristoffer hevur UEFA A venjaraprógv, umframt at hann hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar, ið heiltvíst koma felagnum til góðar.

Kristoffer hevur 12 ára royndir sum venjari, og hevur hesa tíðina vant børn, ung, menn og kvinnur. Seinastu árini hevur hann verið venjari hjá gentum og kvinnum á høgum støði.

Hjá Miðvágs Bóltfelag fara vit framvegis at leggja dent á, at pláss er fyri øllum, og at møta hvørjum einstøkum leikara við hóskandi avbjóðingum. Vit fara framhaldandi at halda tann sunna og góða felagsskapin við líka. Tann stóri munurin frameftir verður, at eitt starvsfólk er sett at røkja hesar og fleiri aðrar uppgávur, og hetta eru vit sera fegin um.