MB ætlar sær uppí 07 Vestur

ítróttur01-04-2018 - 11:09 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri nøkrum vikum síðani kom FSF út við fótbóltsblaðnum 2018, og í yvirskriftini fyri MB stóð, at "samanlegging óaktuel fyri MB".

Tó so útilokaði forkvinnan í MB ikki møguleikan at byrja eitt samstarv fyri deildirnar ið spæla heilan vøll.

"Hóast tað kann tykjast tungt at reka eitt somikið lítið felag á eini oyggj, er nevndin í Miðvágs Bóltfelag ikki áhugað í at leggja saman við stóra felagnum í oynni, 07 Vestur.

- Onkur er helst áhugaður í samanlegging, men í nevndunum er ikki áhugi í løtuni. Okkara sjónarmið er, at tað longu eru sera fá feløg í Føroyum, og tað nýtist ikki at gera tey færri uttan, at tað er neyðugt. Tað heldur onkur, at tað er, men tað meinta vit ikki, tí vit kláara at manna nógv lið, sigur Elisabeth sum kortini einki hevur móti samstarvi í eldru deildunum, tá tað gerst trupulari at manna lið til heilan vøll." Stendur í fótbóltsblaðnum.

MB er nú komi í tað støðu, at felagið mátti taka liðið úr steypakappingini um Løgmanssteypið tí felagið klárar ikki at mannað lið til 1. liðið. MB hevur annars gjørt nógv fyri at fáa 1. liðið mannað. Felagið fór við einum stórum hópi til Íslands á venjingarlegu, men teir eru síðani givnir aftur ella farnir til 07 Vestur.

Nevndin í MB er nú samd um, at felagið vil leggja saman við 07 Vestur í teimum vaksnu deildunum. Tó er eitt krav frá MB at Betriliðið skal spæla heimavøll í Miðvági. Meðan 2 og 3 deild kunnu spæla antin í Sørvági ella í Sandavági.