Mayday​ ​mayday

Politikkur30-10-2017 - 18:39 - Jóanis Nielsen

Seinastu​ ​2​ ​árini​ ​hava​ ​vit​ ​sum​ ​ongantíð​ ​áður​ ​dagliga​ ​hoyrt​ ​ ​neyðarróp​ ​og ávaringar​ ​ ​frá​ ​fiskivinnuni.​ ​ ​Reiðaríir,​ ​aktørar​ ​í​ ​fiskivinnuni,​ ​ ​fakfeløg, vinnulívsráðið​ ​í​ ​Klaksvík​ ​ ​og​ ​onnur​ ​ ​hava​ ​rópt​ ​varskó​ ​og​ ​ávara landsstýrismannin​ ​og​ ​samgonguna​ ​um​ ​fyriliggjandi​ ​uppskot​ ​um​ ​fiskivinnuna. Lívsgrundarlag​ ​teirra​ ​er​ ​hótt.

Landstýrismaðurin​ ​skilir​ ​ikki​ ​álvaran

Hetta er sera álvarsamt og er helst eindømi í Føroya søgu. Skilir landsstýrismaðurin og blóðreyða samgongan veruliga ikki álvaran ?? Tað tykist sum landsstýrismaðurin hevur sett sær okkurt fyri í høvdinum og arbeiðir við skýklaffum fyri eyguni.

Totali​ ​og​ ​optimali​ ​ ​ynskidreymurin

Verður arbeitt fram ímóti ynskidreyminum um tað totala landsreiðaríið, ella hvussu? Allar ávaringar verða kveistraðar til síðis og lítisgjørdar. Neyðarrópini verða als ikki tikin í álvara. Landstýrismaðurin og samgongan tykjast halda seg vita best.

Søren Kierkegaard segði á sinni, at fjøldin er býtt. Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum og samgongan saman við ørindasveinum teirra uppføra seg sum tey meina, at okkara fólk í høvuðsvinnuni eru býtt. Er ætlanin at lumpa og lirka hetta ígjøgnum við minst møguligum meiriluta ?

Kaos

Hvussu leingi skal Føroya fólk og okkara høvuðsvinna standa model til henda fullkomna ruðuleika, hurlivasa, sum valdar á økinum nú. Av 30 hoyringssvarum mótmæltu 29 nýskipanaruppskotinum. Hvussu leingi skal okkara høvuðsvinna og Føroya fólk haldast í óvissu. Er tíðin ikki komin hartil, at samgongan eigur at kasta handklæðið í ringin og viðurkenna, at hetta uppskotið er óbrúkiligt og ber ikki á mál ?

Reyði​ ​tráðurin​ ​er,​ ​at​ ​Alt​ ​er​ ​óvist.

Tað sum gongur aftur allastaðni er, at fiskivinnan veit ikki, hvat fer at henda. Lívsgrundarlag teirra er hótt. Alt er óvist og landsstýrismaðurin er sum oftast ikki førur fyri at geva nakað greitt svar uppá spurningar. Nógvar undanførslur og onnur hava misskilt hann. Ein meistari í at snúgva sær. Tað skal vera løgið, um vinnunevndin fær nakað greitt svar uppá sínar spurningar. Fá hava higartil fingið nakað greitt svar frá landstýrismanninum.

Flotin verður við hesum uppskotinum ikki endurnýggjaður. Øll menning steðgar og vit fara at síggja fleiri og fleiri gomul skip og útslitnar dangur, sum verða keyptar ella leigaðar higar við løtuvinningi og spekulatión fyri eyga. Uppskotið fer ikki at geva varandi nýggjar aktørar í fiskivinnuna, tí ongin fer at hava hug til tað. Harafturímóti fáa vit helst onkrar stuttskygdar spekulantar.

Ongin​ ​skal​ ​tjena​ ​pengar

Alt uppskotið hjá landstýrismanninum er bygt á, at fiskivinnan skal ikki tjena ov nógvar pengar. Tað skal helst bara akkurát mala runt. Vit kunnu eisini kalla tað fyri øvundsjúku. Hetta tykist vera grundhugsjónin aftanfyri uppskotið.

Í framtíðini verður slutt við sterkum vinnufyritøkum. Tað fer helst ikki at vera væl sæð at hava yvirskot ella ov stórt yvirskot. Tí fer tað ikki at verða attraktivt at fáast við fiskivinnu. Pengarnir sleppa ikki at virka har teir verða skaptir, men skulu drenast til almenna nýtslu. Síðani skal blóðreyða samgongan sita ovast og deila pengarnar út til tey, sum tey meta hava mest brúk fyri teimum. Ongin trygd er fyri, at tað verður tað mest rættvísa.

Um tað ikki verður fiskivinnan, sum heldur lív í, skapar virksemi og arbeiðspláss í økjunum runt um í øllum Føroyum, so verður mangan svangligt og kaldligt. Bara hjá JFK kemur uppskotið hjá samgonguni at kosta uml. 400 arbeiðspláss. Pengarnir mugu fáa loyvi til at virka úti í økjunum og skapa fleiri nýggj arbeiðspláss har. Teir skulu ikki djúpfrystast niður onkrar hendinga almennar grunnar. Har skapa teir onki virksemi og ongi virðir. Hetta kann metast við at grava talentirnar niður.

Øktu​ ​inntøkurnar​ ​fara​ ​ikki​ ​á​ ​rætt​ ​stað​.

Um øktu inntøkurnar frá fiskivinnuni fóru til skattalætta hjá Palliba og Marsannu, so livdi samgongan upp til tað, sum lovað varð áðrenn valið, og so hevði eg skilt tað. Harafturímóti eru øll, høgur sum lágur dýkt undir í avgjøldum av øllum handa slagið.

Sjálvt tey allarveikastu, fólkapensiónisturin fær ikki frið. Samgongan lækkaði grundupphæddina hjá øllum pensjónistum. Jú, her var eisini neyðarróp. Hesaferð frá Landsfelag pensionistanna o.ø., men heldur ikki her bleiv lurtað eftir. Hugburðurin tykist vera, hini eru býtt. Og seinasta skotið á stammuni er, at samgongan er í ferð við at taka brennioljustudningin frá ávísum pensiónistum.

Hvat​ ​er​ ​veruleikin​ ​aftanfyri​ ​orðini:​ ​Ríkidømi​ ​skal​ ​út​ ​i​ ​hvønn​ ​krók​ ​?

Ístaðinfyri at reyða samgongu helt orð og koyrdi pengar út í hvønn krók, so fer hon harafturímóti út í hvønn krók í Føroyum eftir meira peningi við avgjøldum o.ø. sum verður brúkt til alment oyðsl. Herrópini, sum vóru áðrenn valið halda ikki.

Samgongan er dumpað so tað stendur eftir í og tíðin er komin, at hon leggur frá sær, Føroya fólki til frama. Hetta rukkulívið má fáa ein enda her og nú. Eri samd við teimum sum halda, at hetta er vánaligasta samgonga nakrantíð í Føroya søgu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna