Á floksmyndini síggjast sveinarnir. Frá vinstru á aftara rað eru: Jógvan Andrias H. Joensen, KSS, Torkil Poulsen, Áway Service, Óli Jógvansson, KSS, Jógvan Gullaksen, Pomek, Heri Z. Samuelsen, KSS, Esmundur L. Sørensen, KSS.



Á fremru rað frá vinstru eru: Eyðun Josephsen, KSS, Harald Østerø, Pomek, Sofía J. Rasmussen, Andersens Beding, Hans Jákup J. Lervig, KJ Hydraulik, Eliesar Høj, Mest.

Maskinsmiðir prógv á TSK

mentan05-06-2020 - 16:55 - Jóanis Nielsen

Ellivu lærlingar fingu í dag prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað mest forkunnuga hesuferð er, at Sofia Juel Rasmussen, sum tann fyrsta kvinnan hevur tikið útbúgving í maskinsmiðyrkinum á TSK.

Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesuferð var Ísak Mikladal, sum dagliga starvast á Klaksvíkar Sleipistøð. Hann hugleiddi m.a. um menningina av yrkinum og framtíðar møguleikunum hjá nýklaktu sveinunum.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.