Maskinførari/handverkari til Vága kommunu

Lýsing09-01-2019 - 16:36 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir maskinførara/handverkara at byrja sum skjótast.

 

 

Arbeiðsuppgávur:

 

·         At koyra gravimaskinur eftir tørvi.

·         At koyra lastbil eftir tørvi.

·         Viðlíkahald og reinhald av maskinum og bilum.

·         Kavagrevstur og salting.

·         Aðrar arbeiðsuppgávur eftir tørvi.

 

Vit vænta av tær at tú:

·         Dugir at koyra gravimaskinur.

·         Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

·         Hevur gott handalag.

·         Dugir væl at loysa uppgávur.

·         Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

 

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi royndum kunnu hava ein fyrimun. Tað er

ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

 

Setanartreytir:

 

·         Talan er um eitt fulltíðarstarv.

·         Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

·         Starvið er tímalønt. Lønin verður sambært galdandi sáttmála.

·         Tann, ið sett/ur verður, skal tola broytingar í starvinum.

 

 

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða Vága

kommunu í hendi innan mánadagin tann 28. januar 2019 kl. 0900 og skulu sendast til:

 

 

Vága kommunu

Hammershaimbsvegi 1

FO-360 Sandavági

vaga@vaga.fo

 

 

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Havna- og vegaumsjónarmannin Heðin Samuelsen á tlf. 794470 ella til umsitingina Georg Hansen tlf. 794403.