Martin stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur23-10-2020 - 20:30 - Jóanis Albert Nielsen

Eri 39 ára gamal ættaður úr Hvannasundi búgvi í Miðvági, tel. 223305

Giftur við Doru Simonsen og hava vit 3 børn 4, 7 og 11 ár
Arbeiði á smoltstøðini hjá Luna á Fútakletti síðan 2014.
Havi starvast í flutningsvinnuni á landi í 12 ár bæði sum samskipari og bilførari.
Mín styrki er, at vera samstarvshugaður og semjusøkjandi í øllum kommunalum málum, har loysnir eru størsta styrkin.
3 av minum hjartamálum:
Fleiri av vegunum í kommununi eru sera vánaligir, hetta vil eg gera alt fyri at broyta, soleiðis at vegir vera gjørdir lidnir og ístandgjørdir.
Vinnan skal hava bestu karmar at virka undir, og økir setast av til menning.
Ungdómurin skal hava allar møguleikar at mennast í nærumhvørvinum, tí vilja vit á Borgaralistanum hava ein hóp av tilboðum til tey ungu.
X við Borgaralistan
X við Martin Simonsen