Martin skiftir til 07 Vestur

ítróttur25-10-2015 - 03:41 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld hevur Tvøramaðurin, Martin Tausen, givið sína undirskrift til 07 Vestur, og bindur hann seg at leika við felagnum komandi kappingarár.

Martin Tausen er 25 ára gamal, hann hevur leikt 119 dystir í bestu deildini.

Martin sigur við JN.fo í kvøld, at grundin til at hann skiftir til 07 Vestur er, at teir vístu áhuga fyri honum, og at konan hjá honum er úr Vágum, eg haldi at tað er spennandi, at prøva okkurt nýtt.

Vit spurdu hann eisini, hvussu hann sá uppá uppgávuna, hann sigur, at tað sær spennandi út, og liðið skal helst flyta upp, og tað heldur hann eisini kann lata seg gera, 07 Vestur hevur nógvar ungar leikarar, og vit skulu møguliga styrkja okkum við onkrum spælara.

Vit fingu eisini orð á formannin, í 07 Vestur, Hendrik Olsen.

Vit spurdu hann, hvat fyri styrkur Martin verður fyri liðið. 

- Martin er ein spælari vit hava fylgt eitt sindur við, vit hava sæð hann spælt í fleiri ár. Hann er sterkur og kreativur spælari, sum spælir bæði í miðverjuni og mitt á vøllinum, og er ein undangongumaður á vøllinum. Hann er seriøsur og er ein vinnara typa, sum vit hava brúk fyri. Hann hevur nógvar EFFO-dystir í beininum, so vit eru sera spentir uppá at fáa hann við, og vónandi fáa vit onkran afturat.