Martin Lellek skal venja Kyndilsmenn komandi ár

ítróttur08-03-2018 - 07:25 - Jóanis Albert Nielsen

Kyndil.fo skrivar: Eftir at Julian Johansen valdi at taka ein steðg sum venjari komandi árið, hevur Kyndil leita eftir einum avloysara. Valið er folli á Martin Lellek, sum hevur vant alt frá U14 til 2. división í Danmark, og er í løtuni venjari hjá U16 1. división. Hann hevur sjálvur spælt hondbólt í 2. división og 1. división, áðrenn hann gjørdist skaddur og mátti leggja hondbóltin á hillina.

Martin var heima í Føroyum og vitjaði tá ið steypafinalurnar vóru, og var hann, og ikki minst vit, sera glað fyri prátini og vitjanina sum heild.

Tað er eingin loyna at Kyndilsmenn eru í einum sera góðum stima fyri tíðina, og hava funnið rætta andan aftur. Vit í Kyndli ynskja Martin vælkomnum í grøna felagið, og vóna at hann fer at trívast her.

Somuleiðis takka vit Juliani so miriliga fyri hesi árini har hann hevur lagt so nógva orku, tíð og alt annað í felagið, og bíða vit spent til hann kemur aftur eftir ein stuttan steðg.

Vit hava spurt Martin um hví hann hevur valt at rykkja pelarnar upp og bjóða Føroyum og Kyndil av. Hann sigur m.a. soleiðis:

”Hvorfor jeg greb muligheden: Jeg har i en længere periode ville prøve mig af i udlandet, da muligheden så bød sig, for at komme til Færøerne, var jeg ikke et sekund i tvivl. Jeg fik muligheden for at komme op og besøge klubben, hvorefter valget var utrolig nemt. Alle folk omkring klubben er så passioneret og har store ambitioner, hvilket tiltalte mig utrolig meget. Jeg glæder mig nu til, at opleve en helt anden kultur end jeg er vant til og udvikle mig som håndboldtræner samt som menneske, men samtidig også sætte mit præg på den måde og den forståelse, vi vil komme til at spille håndbold på i Kyndil.”