Martin kemur vestur aftur

ítróttur31-12-2017 - 15:32 - Jóanis Nielsen

Martin Hjaltalin Dam og 07 Vestur hava júst undirskrivað sáttmála, sum inniber at 18-ára gamli leynadrongurin vendir aftur til 07 Vestur eftir tvey ár í Havn.


Martin er ein evnaríkur framrættaður spælari, sum vit gleða okkum at síggja aftur í 07 Vestur. Síðan hann fór frá 07 Vestur, eftir kappingarárið 2015, hevur hann fingið nógva spælitíð í 1. deild fyri HB, umframt á U18-liðið teirra.

Vit vóna at Martin kann hótta teir etableraðu á Betri-liðið okkara, og annars trívast og mennast í felagnum.

Hjartaliga væl afturkomin og góða eyðnu!