Martin aftur í 07 Vestur

ítróttur05-12-2019 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur: Eftir eitt hálvt ár í barndómsfelagnum TB, verður Martin Tausen aftur at síggja í svørtum komandi kappingarár, her hann annars hevur spælt undanfarnu hálvu fjórðu árini. Væl afturkomin!


29-ára gamli tvørámaðurin byrjaði at spæla við 07 Vestur í 2016, eftir at hann flutti vestur, ella norður, sum tað eitur, haðani hann kemur. Við 173 dystum í bestu deildini og 117 í 1. deild, er hann av mest royndu leikarum okkara. 84 dystir og 9 mál eru tað vorðið til, á besta liði okkara.

At Martin, við sínum royndum og leiðaraevnum, serliga í verjupartinum, vendur aftur til 07 Vestur er avgjørt ein stórur styrkur fyri felagið. Hjartaliga væl afturkomin!