Ma’másita í Listastovuni leygarkvøldið

Mentan14-04-2017 - 20:55 - Jóanis Albert Nielsen

Helt tú at tær ikki dámdi jazz, royn so álíkavæl her. Tí her verða oyrafallandi traditionellir jazzsangir framførdir av nøkrum av Føroya dugnaligastu jazzarum.


Her eru tað Mike Viderø og Birita Adela, tvey ung stjørnuskot á føroyska jazzpallinum, sum saman við bólkinum Ma’másita góvu fløguna Standards út, ið koma at framføra. Við hesi markasetandi fløgu eru Føroyar meldaðar inn í internationalu traditiónina, ið allatíð hevur verið nervin, ið jazzur er sprottin úr.

Um jazzur onkuntíð kann vera torskyldur, so hava vit flest øll fingið okkurt forhold til løg sum "Unforgetable", "Nature boy" og "Baby it is cold outside”. Hetta er alt sangir úr amerikonsku sangbókini. Sangir sum mangan upprunaliga vórðu komponeraðir til musicals á Broadway. Og sum síðan eru blivnir partur at heimsumfatandi tónleikatraditióni, ið jazzurin menti seg til. Hetta eru sangir, ið fólk í ártíggir hava lurtað eftir, og sangir, ið tónleikarar hava spælt og brúkt til at menna sínar førleikar og lært jazz-tónamálið.

So kom framvið í Listastovuna leygarkvøkdið 15 apríl kl. 21, og vit lova at tú fær eina hugnaliga og eina tónlistarliga gevandi uppliving.