Mynd: Dávur Joensen

Marna skal høggast upp

Vinna04-11-2018 - 19:31 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrradagin var Brimil á Fuglafjørð eftir 40 tonsarnum Marnu. Brimil sleipaði Marnu á Skála.
Marna hevur ikki verið í drift í fleiri ár. Og nú er hon sleipa til Skála, har skipið skal høggast upp.
Marna er bygd í Rudkøbing í Danmark í 1943.
Skipið hevur sambart álmanakkanum fyrr kallast, Suðurfarið, Vestnes, Astrid og Marita II, skrivar Vørn.