Mynd: H71

Margret Bech bleiv heiðrað

ítróttur15-04-2018 - 13:42 - Jóanis Nielsen

Kvinnurnar hjá okkum í Hvonndeildini spældu í gjár sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum. Hóast tær endaðu á næstaftasta plássi, so mann avrikið í ár vera alment góðtikið.

Tað hava verið fitt av áskoðarum til dystirnar.

Og ein tann ídnasti mann vera Marget Bech. Hon er ein av teimum fáum sum letur hoyra frá sær. Hon er altíð stuðlandi, og hon roynir alt, hon kann, at fáa hinar áskoðararnar at vakna og stuðla liðinum betri. Ein sonn fyrimynd fyri áskoðarar!

Kvinnurnar hjá okkum hava følt hetta, og Margret eigur uttan iva ein part at frálíku úrslitunum hjá okkara kvinnuliði.

Fyri hetta fekk Margret aftan á dystin í gjárkvøldið handað eitt blómutyssi frá leikarunum.

Væl og virðiliga uppiborið, Margret, skrivar H71 á heimasíðuni.